Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg eri tilreiðar at taka enn eitt tørn

Nordlysid

– Eftir av hava verið partur av Klaksvíkar býráð í 20 ár, harav 8 ár sum borgarstjóri, havi eg tikið avgerð um at stilla upp fyri seinastu ferð. Eg eri tilreiðar at taka enn eitt tørn, tí tað eru mál, sum eg ynski skulu verða útint, sum eg brenni fyri, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri.

– Eftir av hava verið partur avKlaksvíkar býráð í 20 ár, harav 8 ár sum borgarstjóri, havi eg tikið avgerð umat stilla upp fyri seinastu ferð. Eg eri tilreiðar at taka enn eitt tørn, títað eru mál, sum eg ynski skulu verða útint, sum eg brenni fyri, sigurSteinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri.

 

SteinbjørnO. Jacobsen tók fyrstu ferð sæti sum valdur býráðslimur í Klaksvíkar býráð í1997 og hevur síðani verið býráðslimur uttan slit í 5 valskeið ella í 20 ár.Frá 2001 til 2008 var Steinbjørn borgarstjóri – eitt tíðarskeið, sum var merktav stórum broytingum og framburði í Klaksvík og Norðoyggjum.

Steinbjørner sostatt ein hin royndasti býráðspolitikarin í næst størstu kommununi ílandinum, og stendur tað til hansara, so tekur hann eitt seinasta valskeiðafturat, og orsøkin er púra greið:

 

Eg brenni fyri nøkrum málum

 – Eg eri tilreiðar at taka enn eitt tørn, títað eru mál, sum eg ynski skulu verða útint, sum eg brenni fyri. Seinastu árinihava vit rokkið fleiri málum, sum hava ment okkara lokalsamfelag, og tað germeg bara enn meira uppsettan til at flyta Klaksvíkar kommunu enn longur fram áleið, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

– Politikkursnýr seg um at fáa ávirkan og gera mun til frama fyri tað samfelag og tað fólk,sum ein er valdur at umboða. Her vóni og ynski eg at brúka mínar royndir sumpolitikari til frama fyri okkara kommunu.

 

Klaksvík tørvar allar góðar kreftir

– Vit vitaav royndum, at her í kommununi kemur einki av sær sjálvum. Tvørturímóti erallur framburður í okkara lokalsamfelag gjøgnum árini blivin skaptur avfólkinum her – bæði innan vinnu, mentan, skúlaskap, ítrótt og frítíðarlív.

– Menning ogvøkstur er tí treytaður av fólki, sum vilja geva og ofra nakað fyri okkaralokalsamfelag, og einum samanhaldi, har allar góðar kreftir taka lógvatak,staðfestir Steinbjørn, sum við sínum drúgvu royndum veit, hvat hann tosar um.

– Tíðinsetur støðugt nýggj og herd krøv til eina kommunu, og til at møta hesumavbjóðingum er tørvur á einari fjølbroyttari og sterkari samanseting avbýráðslimum, sum hava nógvar ymsar førleikar og royndir. Her vóni og ynski egvið mínum drúgvu royndum at geva mín part, so vit í felag kunnu skapa eina ennbetri kommunu, sum skapar trivnað fyri allar okkara borgarar, sigur einuppsettur Steinbjørn O. Jacobsen, sum er spentur til býráðsvalið í november.

Harleyfacadeacryl