Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg eri tín, norskur filmur í Løkshøll

Tíðindaskriv

Flaggdagin, fríggjadag 25. apríl klokkan 19.30

Bókasavnið við Løkin vísir aftur norðurlendskan film í samstarvi við Norðurlandahúsið og Filmsfelagið Klipp. Hesuferð er tað ein nýggjur norskur filmur, sum kallast Eg eri tín.

Norski leikstjórin, Iram Haq (f. 1976), vann við hesum filmi fyrstu virðisløn á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, og er norska uppskotið til oscarvirðisløn.

Hetta er ein moderna kærleikssøga. Mina er ein ung einlig mamma, sum býr í Oslo saman við sínum seks ára gamla soni Felix. Mina leitar eftir kærleika og hevur samband við fleiri menn, men henni eydnast ikki at fáa nakað parlag at halda. Einaferð møtir hon svenska Jesper og tey gerast vitleyst forelskaði. Mina og sonurin Felix flyta til Svøríkis at búgva hjá Jesper. Men Jesper er ikki klárur at gerast familjumaður. Mina vil bjarga kærleikanum, men má leita og rannsaka djúpt fyri at eyðmerkja, hvat kærleiki í grundini er.

Filmurin er 96 min. til longdar. Talan í filminum er á norskum.

Atgongumerkir á 80 krónur fáast á bókasavninum frá kl 19.00.

Eitt filmsbrot kann síggjast her:http://lokin.fo/tiltok/filmar-i-2014/