Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg fegnist stórliga

John William Joensen

sigur varaborgar-stjórin, Jákup Mikkelsen, sum sigur tað hava stóran týd-ning fyri føroyskt vinnulív at Norrøna fær bestu umstøðurnar

– Tað hevur stóran týnding fyri Norðoyggjar at tað eydnaðist okkum at fáa avtalu við Smyril Line og eg vóni at Norrøna fer at brúka havnina í Ánunum nogv. Betri vegasamband.

Varaborgarstjórin heldur at nú hastar at fáa ringvegin frá Norðoyatunn-linum norður í Ánirnar gjørdan.

– Klaksvíkar Kommuna hevur fleiri ferðir tosað við Landsverk um hvar linjuføringin skal vera, men enn hava vit einki útspæl fingið, segði Jákup Mikkelsen sum í morgun fegnaðist um at Norrøna nú eisini var farin at brúka góðshavnina í Ánunum.

– Norrøna kemur eisini at hava ein stóran týdning fyri handilslívið í Klaksvík og skuldi tað hent seg at Smyril Line fer at leingja skipið so er lítil ivi um at Norrøna fer at velja Ánirnar fram um Tórshavn.