Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg gleði meg til at fortelja soninum tíðindini…

John William Joensen

sigur Solby Eliasen, sum er ein av stigtakarunum til foreldrafundirnar í Sodnhúsinum, sum leiddu til at býráðslimir saman við starvsfólkum funnu eina loysn sum allir partar kundu góðtaka

So skjótt sum tíðindaskrivið var komið um at frítíðarskúlin verður verandi í Sodnhúsinum við Bøgøtu ringdu vit til Solby Eliasen, sum eigur ein son í   frítíðarskúlanum og sum var ein av stigtakarunum til mótmælini ímóti at leggja stovnin saman við Virkishúsinum fyri ung.
 
– Eg er ótrúliga glað og fegnist um at tað hevur borið til at finna loysnir so vit kunnu halda fram at brúka Sodnhúsið!!!

– Hetta hevur verið eitt trupult tíðarskeið hjá okkum foreldrum nú vit ikki vistu hvør endaliga avgerðin fór at verða. Og eg trúgvi at tíðin ikki hevur verið minni trupul hjá starvsfólkunum á stovninum. 

– Sum eg skiljið so hava starvsfólkini megnað at framt sparingar soleiðis at komið var til eina semju og hetta skulu tey eiga stóra tøkk fyri.
 
– Okkum hevur verið skotið í skógvarnar at vit ikki ynsktu nakrar sparingar – men hettar er púra skeivt. Vit vístu eisini á í brævinum til býráðið at foreldrini eisini vóru klár til at bera sín part og tað standa vit sjálvandi við.

Glað fyri Sodnhúsið
Solby Eliasen er kend sum tíðindakvinna í Kringvarpinum og hon sigur at fyri hennara húski er Sodnhúsið eitt tilboð tey ikki kundi ynskt at verið fyri uttan. 

– Vit arbeiða bæði uttan fyri Klaksvíkina og tí er sonurin, sum gongur í fyrsta flokki – nógv í Sodnhúsinum eftir skúlatíð. 

– Hann hevur eisini verið ónøgdur við at skula flyta út til Virkishúsið – tí har hevði aldursbýtið verið heilt øðrvísi.
 
– Nú gleði eg meg til at fortelja honum tíðindini um at hann sleppur at halda fram í Sodnhúsinum, sigur Solby Eliasen.

Harleyfacadeacryl