Tað segði Hjalmar Waag Høgnesen, fyrrverandi skipari á Barsskor, tá hann í morgun sá seinastu restirnar av skipinum.
Hjalmar Waag Høgnesen, hevur sum flest allir norðoyingar vita, verið skipari á Barsskor í mong ár. Áðrenn Hjalmar hava eisini aðrir verið, millum aðrar Jákup Joensen í Gerðum, ið var ein sera nógv umhildin skipari á Barsskor og sum seinni sigldi um Lorvíksfjørð við Ternuni.
Hjalmar segði ímorgun, at tá hann bleiv uppringdur úr býráðnum um, at nú fóru teir at høgga Barsskor upp, tá gekk rúm tí til eg var mentur at svara, tí eg græt.
Í mínum hugaheimi eru so mong minnir, bæði positiv og tá vandi hevur verið á fer, at tey høvdu fylt fleiri bøkur um onkur hevði hug til tess.
Barsskor var burturbeindur í loyndum. Og hóast framfýsnir Klaksvíkingar bjóðaðu upp á bátin tá hann bleiv lagdur, so noktaði tingið og landsstýrismaðurin teimum at fáa hendur á bátin, tí hann var "seldur til Íslands fyri 1,00 krónu.
Les meira í greinini hjá Sigmari Høgnesen, skipara.




