sigur Magni Laksáfoss, sum er sera væl nøgdur við at løgtingið hevur samtykt at bíðja við Sandoyartunnlinum til 1. november 2009.
– Vinninevndin fylgdi stórt sæð øllum tilmælum sum vit komu við úr fíggjarmálaráðnum og tað eri eg fegin um.
– Tað er umráðandi at fíggjarlógin altíð vísir alt virksemið sum landskassin setur í gongd í samfelagnum og tí mæltu vit frá at stovan eitt partafelag sum fór at verða rikið atskilt frá fíggjarlógini.
– Við at hava tunnilin á fíggjarlógini er verkætlanin meira gjøgnumskygd.
– Eg kundi tó ynskt at tingið ikki setti nakað ávíst dato á nær byrjast skuldi uppá arbeiði – tí sjálvur ynskti eg at arbeiði bleiv gjørt tá umstøður vóru til tað.
– Men samanumtikið eri eg sera væl nøgdur við at Sandoyartunnilin nú verður gjørdur.




