Vit hava spurt nýggja danska KÍ-málverjan, um hann er ætlaður at verða fyrsti ella annar málverji í KÍ.
Málmansplássið í KÍ hevur skapt nógv kjak í vetur. KÍ fekk beint eftir kappingarlok í fjør tilgongd av U21-landsliðsmálverjanum Ara í H. Petersen. Men bíðað hevur verið eftir, hvør hin málverjin fór at verða. Nú er greitt, at tað verður danski eykamálverjin í norska felagnum Start, Mark F. Jensen.
Og hvør fer so at verja málið av hesum báðum? Tað er brennandi spurningurin, sum komandi vikurnar helst fara at vísa. Vit hava spurt Mark F. Jensen, um hann hevur fingið nakra trygd fyri spælitíð.
– Eg havi ikki fingið trygd fyri spælitíð. Men í prátinum við felagið havi eg fingið eitt gott inntrykk av, at tað er brúk fyrim mínum dygdum bæði á og uttanfyri vøllin. Tað er bara gott og sunt, at tað er ein hørð kapping um plássini á liðnum. Tað síggi eg bara sum jaligt og sum ein møguleika fyri at menna einstaklingarnar og kollektivið, sigur Mark F. Jensen.
Í Norðlýsinum mánadagin er samrøða við nýggja KÍ-málverjan.



