Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg havi mist hugin til landsliði

John William Joensen

sigur Hans Pauli Samuelsen, sum eftir dystin móti Frankarríkið gav landsliðsvenjaranum avboð

Hans Pauli Samuelsen er ein leikari, sum í stríbutu blusini hjá EB/STR er sera undirhaldandi at hyggja eftir. Góðar og skjótar driblingar við góðum bóltførleikum.
Hann hevur eisini verið í landsliðshópinum seinastu tvey árini, men leygardagin segði hann stop.

Skeiv útskifting
– Undan dystinum móti Frankarríkið kendi eg á mær at eg átti at fáa pláss á vøllinum. Ikki tí eg vantaði ikki at vera millum teir fyrstu 11, men vóru útskiftingar gjørdar í dystinum so var eg ikki í iva um et eg átti at fáa møguleikan.
– Men tá landsliðsvenjarin avgjørdi at seta ein álopsspælara (Adrew á Fløtum) inn á vonginum, tá gekk upp fyri mær at landsliðsvenjarin ikki ætlaði at seta meg inn og tí misti eg allan hugin til landsliðið.
– Eg boðaði honum so frá at eg havi hug til at vera við í løtuni – og hann respekteraði mína avgerð.

Einki útistandandi við venjaran
Hans Pauli Samuelsen sigur at hóast hesa avgerð er einki ilt ímillum hann og landsliðsvenjaran.
– Eg havi ikki longu hug til at vera útskiftari á landsliðnum men fyri tað er einki ilt millum meg og venjaran.
– Eg havi sagt við hann at eg fari at umhugsað støðuna og um hann í framtíðini fer at geva mær boð til landsliðið so fari eg at umhugsað tað.

.