Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg havi øll míni ár eftirlýst ein kommunalan handilspolitikk

John William Joensen

sigur Søren Z. Jaocbsen sum í meira enn 30 ár hevur verið handilsmaður í Klaksvík og sum m.a. var við til at stovna handilsfelagið. Hann dugur ikki at síggja hví høgættin skal verða ein trupuleiki hjá handilslívinum

Ein av kendastu handilsmonnunum í býnum er Søren Z. Jacobsen sum m.a. var við til at seta Handilsfelagið á stovn.

– Tað var ein muntlig avtala millum handlarnar í Klaksvík og Klaksvíkar Kommunu um at jólatræið varð tendra leygardagin áðrenn fyrsta sunnudag í advent. (tvs. nú leygardagin)

– Eg dugi ikki at síggja hví býráði skal bíðja við at pynta til fólk sjálvi hava tikið sakina í egnar hendur. At pynta tvær vikur undan jólum gevur onga meining – tí tá skulu handlar og privatfólk nokk sjálvi syrgja fyri rætta jólastemninginum.

– Eg havi øll míni ár sum handilsmaður í Klaksvík, sóknast eftir einum aktivum handilspolitikki, sum tók útgangsstøði í fjøldini – tvs. hvat ynska klaksvíkingar av handilslívinum.

– Hesin hugburðurin sum sigur at vit skulu grava okkum niður kann ikki brúkast til nakað. So kunnu vit bara øll flyta til onkra sovu-bygd og goyma okkum burtur.

– Eg skilji als ikki at høgættin skal verða ein trupuleiki hjá handilslívinum í Klaksvík – tí er hon tað so hava teir sum standa á odda fyri nýggjastu miðbýarætlanini ein stóran trupuleika – tí har vendir alt beint upp móti høgættini.

– Er høgættin ein trupuleiki í Klaksvík so er tað uppgávan hjá býráðslimum at syrgja fyri at vit byggja ein bý og ein miðbý sum skapar skjól fyri ættini. Eingin byggir ein bý upp í lu?

– Sjálvur havi eg stórar forvantningar til tunnilsdagin og jólasøluna í ár – men jólapakkarnir verða neyvan eins tungir sum teir hava verið.

– Men tað vísir seg at minni pening tú hevur um hendir og truplari umstøðurnar eru – meira arbeiða og stríðast fólk og kanska hugsar man eisini meira um at forkela seg sjálvan.