Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg havi ongantíð brúkt fiskivinnuna til partapolitiska telving

John William Joensen

– sigur Heini O. Heinesen sum heldur sera lítið um uppskotið hjá Tjóðveldi ið sambært Heina bara er ein endurtøka av uppskotinum hjá Tobba sum hann var við til at fella

Sambært Kringvarpinum fer Tjóðveldi at leggja fram tvey uppskot á Ólavsøku í samband við áseting av fiskidøgum.

Annað er um brúksskyldu har skotið verður upp, at óbrúktir fiskidagar verða latnir Fiskimálaráðnum aftur, so skip og bátar, sum hava brúk fyri fleiri døgum, kunnu fáa teir.

Flokkurin hevur eisini uppskot um at skerja fiskidagarnar, soleiðis sum Havstovan mælir til. Tað vil siga, at partrolarar eiga at fáa 20% færri dagar og hinir 50% færri dagar.

Harafturat skulu lemmatrolarar og garnaskip upp í fiskidagaskipanina. Seinri í tingsetuni, sum byrjar ólavsøkudag, ætlar Tjóðveldi eisini at koma aftur við uppskotinum um Tilfeingisbúðina at umsita loyvini at fiska.

Heini ein risi í føroyskum fiskivinnupolitikki
Fyrrverandi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum Heini O. Heinesen er ikki einhvør í føroysum fiskivinnupolitikki. Hann var við til at seta fiskidagaskipanina á stovn og í fjør forðaði hann síni egnu samgongu at fremja ein 50% niðurskurð í fiskidøgunum.

Heini var limur av starvsnevndini í Føroya Kommunufelag 1981-85, formaður 1983-85. Nevndarlimur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins 1981-84. Var formaður í ídnaðarnevndini 1985-89 og 1993-94 og var formaður í fiskivinnunevndini 1993-94. Sæt sum formaður í vinnunvendini frá 1998. Formaður fyri Tjóðveldisflokkin á tingi síðan ólavsøku 1994 til 1998.
Var løgtingslimur frá 1984-2004 og varð afturvaldur á ting 19. januar 2008.

Hartar sín egna flokk og aðrar
– Eg havi ongantíð brúkt fiskivunnupolitikk til at dríva partapolitikk og eg má siga sum er at útsøgnin frá mínum egna flokki í Krinvarpinum í dag var burtur úr vón og viti.

– Eisini greinin sum Eyðgunn Samuelsen hevur havt í fjølmiðlunum um sama evni vísir hvussu útbrend politiska skipanin er á fiskivinnuøkinum og hvussu lítið innlit politiska skipanin hevur í fiskivinnupolitisk mál.

– Eg kann bara sláa fast at eg takið slett ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum sum jú bert er ein endurtøka av uppskotinnum hjá Tobba, sum eg var við til at fellað í fjørð.

– Eingin í flokkinum hevur spurt meg áðrenn meldað varð út og soleiðis var støðan eisini í fjør.

Tað eru ikki ov nógvir fiskidagar
– men ov nógv loyvi

– Teir óbrúktu fiskidagarnir eru bara til fyrimuns fyri fiskastovnarnar og teir fiskifrøðingar sum vilja skerja vinnumøguleikarnar hjá vinnuni. Men hesi vita ikki at tað er ikki talið av fiskidøgum sum er stóri trupuleikin.

– Teir sum dríva seriøsan fiskiskap hava trupult við at fáa fatur á fiskidøgum og nú fiskprísurin hevur verið lágur hava teir heldur ikki orku at keypa. Hinvegin hava bátar sum ikki hava loyst frá bryggju í fleiri ár framhaldandi nógvar dagar.

– Eg havi sagt tað fyrr og kann siga tað einaferð afturat at størstu mistøkin sum eru gjørd og sum eiga at verða rættaði var tá við ásettu at fiskiloyvini vóru galdandi í 10 ár og markið var flutt millum línu- og útróðrarflotan. Fyrst fingu fiskiloyvini ovurstór peningalig virði.

– Tá politiska skipanin eftirfylgjandi útviskaði markið millum útróðrarbátar og línuskip gjørdist tað byrjanin til endan hjá báðum bólkum. Útróðrarbátarnir megnað ikki at kappast við stóru línubátarnar og línuflotin gjørdist alt ov stórur og avleiðingin av hesum síggja vit í dag.

Arbeiðir við at koma við einum tilmælið
Heini O. Heinesen sigur at hann fer sjálvur at taka eina støðu tá uppskotið hjá landsstýrinum verður lagt fyri løgtingið.

– Eg havi fingið tilmælið frá Havstovuni og fari at lesa tað saman við tilmælinum frá fiskidaganevndini.

– So fari eg sjálvur at gerða eina niðurstøðu út frá hesum. Men eg kann siga so mikið at eg dugi ikki at síggja at frikadellu fiskarar skulu verða stóri trupuleikin. Tað var óivað fiskað munandi meira av smábátum fyri 20 árum síðan enn tað verður í dag.

– Politiska skipanin eigur heldur at fáa gjørt nakað við lovini sum eru í skipanini í dag enn at fokusera uppá fiskidagarnar.

– Tað sum ein eigur at fokusera uppá er hvussu nógv hevur verið fiskað pr. brúktan fiskidag.

– Eg fari undir ongum umstøðum at stuðla eini skerjing í fiskidøgum tí hvør kann reka fiskivinnu og skip við 50 fiskidøgum? Sjálvur ivist eg onga løtu í at stovnarnir fara at koma seg aftur, men vit mugu viðgerða spurningin um fiskiloyvini – tí tað eru alt ov nógv loyvir inni í skipanini.

Heini O. Heinesen sigur at flokkurin hevur ikki spurgt hann eftir áðrenn meldað var út um hvat flokkurin vil á fiskivinnuøkinum,  og tað gjørdi flokkurin heldur ikki tá útmelding kom í fjølmiðlunum um at ætlanin var at leggja misálit fram móti Hans Paula Strøm.