Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg hevði eina fantastiska tíð í KÍ og Klaksvík

Jákup Ósá

Leivur Joensen hevur í ár bitið seg fastan á ÍF liðinum. Men seinasta ár var hann lyklaleikari á FM liðinum hjá KÍ unglingunum.

Leivur Joensen hevur í ár bitið seg fastan á ÍF liðinum. Menseinasta ár var hann lyklaleikari á FM liðinum hjá KÍ unglingunum.

 

Leivur Joensen er ein av ungu leikarunum hjá ÍF, ið veruligahevur fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðinum í ár.

         –  Eg eri eitt sindur bilsin um, at eg eri sloppinat spæla fast inni. Áðrenn kappingina royndi eg bara at stríðast og hevði summál at koma við í hópin á besta liðinum. Venjarin hevur víst mær álit og eghaldi, at tað hevur gingið á einari leið. Men sjálvur haldi eg, at eg eigi atkunna gera tað betri, sigur Leivur Joensen, tá Norðlýsið hitti hann beintáðrenn venjing hjá ÍF í kvøld.

 

Hevur vunnið FM og steypakapping við KÍ

Men Leivur hevur sína søgu í KÍ, har hann hevur havt tveyvæleydnað kappingarár. ÍF hevur einki unglingalið havt seinnu árini og tí hevurLeivur valt at spælt í KÍ. Í 2010 var hann við til at vinna steypakappinginavið U16 hjá KÍ umframt bronsu í landskappingini. Og í fjør var hann toppskjúttiá U18 liðinum hjá KÍ, sum vann FM.

           –  Eg eri ótrúliga glaður fyri tíðina í Klaksvík.Hevði eg ikki spælt hasi bæði árini í KÍ, so hevði eg ikki verið tann leikarin,ið eg eri í dag. Tað verður altíð sagt, at klaksvíkingar eru so lokalir, mentað merkti eg einki til skilt á tann hátt, at eg var fantatiska væl móttikin frá fyrsta degi í KÍ. Eg fylgi framvegis væl við í KÍ og Klaksvík og mær dámar væl at vera har norðuri, har eg havi gott vinalag við gomluliðfeløgunum. Eisini vóru venjararnir fantastiskir. Sjálvandi gjørduúrslitini sítt. Og onkran dyst minnist ein betri. Í fjør gekk tað eisini væl í seinnu hálvu, eftir at eg eftirmínum tykki hevði leikt ov lítið í fyrru hálvu av kappingini. Eg skoraði m.a. tveytýdningarmikil mál móti HB og uttan tey kundu vit ikki vunnið FM, so tanndystin minnist eg væl eins og seinasta og avgerandi dystin í Runavík, har eg eisini skoraði,sigur Leivur við Norðlýsið.

 

Álopsfótbóltur og mál sunnudagin

Sunnudagin møta Leivur og teir í ÍF einum KÍ liði, ið liggurbeint frammanfyri ÍF á stigatalvuni.

           – Eg vænti, at áskoðararnir fara at síggja eingóðan dyst. Hesi liðini duga best at spæla álopsfótbólt og skora mál. Hjá okkumeru tað m.a. Ari, Bogi, Clayton og Øssur, meðan serliga Hjalgrím, Páll og Álvureru teir á KÍ liðinum, ið kunnu mynda álopsspælið. So eg vænti ein javnan dyst,við álopsspæli og nógvum málum, sigur Leivur Joensen at enda.