Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Eg minnist væl “Livingstone”, sum hulk hinumegin vágna

Oliver Joensen

Tað sigur listamaðurin og bátabyggjarin Hans Jacob Fuglø, nú hann sum 91 ára gamalur handar Rodmundi Nielsen sluppina Livingstone, sum Hans Jacob júst hevur bygt.

Hans Jacob Fuglø er føddur í Klaksvík í 1929 og búleikast á Stongunum, har hann bygdi sær hús beint við barndóms heim sítt.

 

Meira enn 40 skip og bátar

Hann sigur í dag, at hann hevur ikki rættuliga tal á hvussu nógv modellskip hann hevur bygt. Men skal alt takast við, so eru tey helst væl omanfyri 40 í tali.

Tá eg skuldi geva hesi sluppini navn, so kom mær til hugs, skipið, ið eg hvønn dag sum smádrongu sá liggja sum hulkur hinumegin Vágna. Tað var sluppin Livingstone.

 

Livingstone

Um sluppinaLivingstone sigur J. Símun Hansen í Havið og Vit I

Í 1910 keypa Nickel Lützen og Winther dammsluppina Livingstone og reiða hana út í til 1922. Tá verður hon løgd og nýtt sum hulkur undir timburhúsinum úti í Klaksvíkini. Skiparar á Livingstone vóru m.a. Palli í Vátutoft og Guddi á Dalinum. Í 1910 vóru 8 skip úr Norðoyggjum til fiskarí og bert eitt av teimum var úr Klaksvík, nevniliga Livingstone. Palli í Vátutoft førdi hana tað árið

Skráseting: “Livingstone”, Klaksvík. KG 320. Dammslupp. 78,52 tons brutto og netto. 64,8 fót long. Bygd 1879 í Grimsby Ognarviðurskifti: 10/8-1910 keypir firma Jørgen Bech & Sønners Eftf. Lützen & Winther, Klaksvík, á tvingsilssølu frá Færøernes Sorenskrivers Auktionsret.

 

Neyvt eftir tekningum

Tað er lítið at ivast í, at bátar og sluppir, ið eru komnar úr Hans Jacobsa hond eru so neyvt gjørdar eftir tekningum, at neyvan fáast snøggari modellskip nakrastaðni her á landi.

 

Nærlagni er drívmegin

Tá tú vitjar á verkstaði hansara, sæst hvussu nærlagdur Hans Jacob er í sínum arbeiði. Ikki er nóg mikið at hann hevur gjørt spantutekningar og tað sum skal til fyri at lagað ein skrokk av eini slupp upp. Nei, har er hvørt smásprek teknað upp í røttum mátistokki og alt, ja alt, sjálvt jomfrúðir, blokkar, laternur lúkur, skalkingarkílar, boltar, kumpassir, ja alt er sprottið úr hondum hansara. Har er einki sum eitur at keypa sær fittings. Nei hvør knútur er eisini rætt knýttur og hvør spleysing er gjørd sum hon skal.

 

Og alt virkar

Tú kanst taka splittuna úr til sprytið og hála sprytið inn og tú kanst taka splittuna út til toppstongina og hala hana niður. Soleiðis virkar alt umborð á modellsluppuni hjá Hans Jacob Fuglø.

 

Set segl ella lat akkerið falla

Tá hann arbeiðir við einum projekti, so er einki sum eitur at leypa upp um har garðurin er lægstur. Nei, alt virkar, sum tað eigur umborð. Hevur tú hug at hiva seglini, so ber tað til ætlar tú at lata akkerið falla, so ber eisini tað til. Sum maðurin segði, alt riggar sum umborð á eini slupp.

 

Lærdi skipasmíð

Sum ungur fór hann á Klaksvíkar Sleipistøð at læra skipasmíð, og stóð lærutíðina til hann varð útbúgvin skipasmiður. Har arbeiddi hann í fleiri ár, men hann var eisini til skips inn ímillum, umframt at hann eisini gjøgnum árini hevur verið uppi í øðrum arbeiði uppi á landi.

 

Listamaður

Á ungum árum tók Hans Jacob skeið í tekning, og fleiri eru tær tekningar og teir málningar, hann legði úr hondum tá. Ígjøgnum fleiri ár vóru hansara listaverk við á norðoyastevnuframsýningini.

 

Bátasmiður

Í 60unum fór hann undir at smíða føroyskar bátar. Tilsamans smíðaði hann 34 føroyskar bátar í eini 25 ár í støddini 4-mannafør til 10-mannafør.

Tá hann gavst at smíða føroyskar bátar seinast í 80-árunum, fór hann rættiliga í holt við at smíða modellskip.

Umframt modellskipini og  borðabátar, hevur hann eisini smíða lystbátar.Føroysk Skipasøga

Í 2009 skipaði Føroya Sjómannadagur fyri eini framsýning  í deildini hjá Betri í Klaksvík har 22 av modellum hansara vóru sýnd fram. Samstundis gav Sjómannadagurin út eina myndabók av modellum hansara við Jógvani við Keldu og Jákup Sólstein, sála, sum rithøvundar.

Navnið á bókini var “Føroysk skipasøga – ein framsýning”

Harleywoodpaint