Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg og Heðin hava longu klára upp

John William Joensen

sigur Niclas Niclasen, sum heldur at myndirnar geva eina aðra mynd av tí sum veruliga hendi

– Alt rokið byrjar við at Høgni og Áslak bresta saman í einari harðari takling.
– Eg loypti at forsvara Áslak og tá Heðin er í øðini inn á Áslak koyri eg armin ímillum fyri at verja Áslak.
– Um hugt verður eftir andlits úttrykkinum hjá mær á myndunum, so sæst at eg eri púra róligur.
– Eg leggið so Heðin niður, men alla tíðana eri eg róligur hóast Heðin skeldar.

Hava klára upp
Niclas sigur at hann og Heðin eru framvegis eins góðir vinmenn sum teir altíð hava verið.
– Eg var ikki meira enn komin til hús eftir dystin, tá telefonin ringdi og KÍ liðskiparin var á linjuni.
– Vit flentu óført eftir hendingini og einki ónt blóð er millum meg og Heðin.

Kjaktorgið á Norðlýsinum
Eftir at Norðlýsið legði myndirnar út á heimasíðuna, hava fótbóltsfjepparar skrivað nógv í kjaktorginum. Og spart hevur ikki verið uppá lýsingarorðini – men hetta rørir ikki Niclas.
– Skrivingin og viðmerkingarnar hjá fjepparunum ávirka meg als ikki.
– Tað sum hevur týdning fyri meg er at eg havi eitt sera gott forhold til leikararnar á KÍ liðnum og so kunnu fólk halda tað tey vilja.
– Tað er ikki nakað nýtt fyri meg, at hoyra viðmerkingar frá fólki. 
– Sunnudagin hoyrdi eg nógvar útspillandi viðmerkingar frá fjepparunum og nógvar vóru sera persónligar. Hetta minnist eg eisini frá tíðini í KÍ tá tað ikki gekk eftir vild, so vóru tað tey somu, sum róptu efir einum.
– Fyri okkum leikarar er hetta bara ein partur av game-inum og skal eg siga fyri meg so leggið eg einki í tað.

Dysturin
Niclas heldur ikki at dysturin var serliga hart spældur.
– Taklingarnar vóru harðar og fleiri av teimum áttu at givið kort. Men ístaðin fingu vit so bítt kort fyri at skjóta bóltin burtur og at skelda dómaran.
– Men sum heild haldi eg ikki at dysturin var harðari enn sum so nógvir aðrir.

Í formkrisu
Niclas sigur at tapið fyri KÍ kom illa við.
– Vit eru í einari form-krisu í løtuni og tí leitaðu vit eftir at fáa uppreisn móti KÍ.
– Ímóti Skála megnað vit ikki at skapa málmøguleikar og ímóti KÍ klára vit ikki at fáa úrtøku burtur úr stórum málmøguleikum.
– Nú verður tað B71 á Sandi og tann dysturin má vinnast, men tað kann vera trupult tí fleiri leikarar eru ivasamir.
– Umframt at eg sjálvur fekk skaða í knæði í KÍ dystinum er Sámal eisini ivasamur.
– Hans Jørgin Djurhuus og Símun Louis Jacobsen eru úti við skaðum, so tað sær ikki for gott út.
– Vit skulu venja í kvøld og eg fari at gera eina roynd og so mugu vit síggja.