Tað sigur Kristin Vilhelmsen, skipari og ein av eigarunum av útróðrarbátinum Gudrum. Kristin Vilhelmsen hevur nú í 21 ár roynt við gørnum eftir havtasku.
Kristin Vilhelmsen sigur, at havtaskan etur bert livandi fisk, vit hava bert einaferð funnið annað enn leivdirnar av fiski, ið havtaskan hevur fanga, og tað var ein øldunkur, ið hevði sett seg fastan í maganum. Tað sigur seg sjálvt, at tá tað hevur verið so lítið av botnfiski at fáa, sum hesi seinastu árini, so fer eisini havtaskan aftana fiskinum. Fiskurin fer sjálvandi aftaná føðini.
Vit hava havt ein sera ringan julimánaða í ár, men nú seinasta túrin vit vóru úti, sóu eina broyting.
Veturin sum fór, var eitt vet betur enn vetrarnir frammanundan, og fyri framman sær nógv betur út fyri botnfiskin. Eitt skip, sum royndi norðanfyri nú, har sum gørnini hjá okkum standa, segði seg síggja nógva skrivt á loddinum, so tað boðar frá góðum.
Jú, sigur Kristin Vilhelmsen, vit eru spentur uppá veturin, tí øll tekin eru um, at vit fara at fáa eina framgongd í fiskarínum.




