segði ein sera takksamur Jógvan Hansen, sum í kvøld vann íslendsku X-Factor sangkappingina við meira enn 70 prosentum av atkvøðunum
Fyri lítlari løtu síðan gjørdist greitt at Jógvan Hansen gjørdist stóri vinnarin av íslendsku X-Factor sendingini.
X-Factor hevur gjørt Jógvan til eitt kent andlit í Íslandi, og serliga millum konufólkini er Jógvan vorðin eitt sera vælumtókt andlit.
Og tá atkvøtt var við SMS boðum gjørdist greitt at Jógvan hevði fingið nógv flestu atkvøðurnar.
Frá okkum her í Klaksvík skulu eisini sendast heitastu tillukku ynskini.
Norðlýsið




