Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg tori at sigla ímóti,

John William Joensen

tað er nokk til av teimum sum andøva.
Eg havi verið fyri hørðum ákoyringum, fyri mín greiða framtíðar fiskivinnupolitikk.

Míni sjónarmið stava frá einari grundhugsan, sum tekur støði í okkara eftirkomarum. Serliga í útjaðaranum.

Eg skilji væl at fólk eru uppøst. Tí vit verða fóðraði við einari landsdekkandi lygn, nevniliga at fólksins ogn endar í lummunum á ávísum reiðarum.

Hesin trupulleiki er beindur av vegnum við eini broyting í partafelags lóggávuni. Lógin er broytt. Frá at veita skattafría sølu av virkjum eftir ogn í 10 ár. Til í dag har tú verður skattaður við 35% av søluni. Óansæð hvussu leingi ognin er tín. Ein sunn og góð skipan fyri vinnulívið.

Trupulleikin við yvirfígging.

Vit hava ein trupulleika í fíggjarheiminum. Tí hesin heimur hevur ikki tikið hædd fyri, at tað eru menniskjur, eins og tey sum arbeiða á landi, sum skulu manna hesi yvirfíggjaðu skip, sum nú ikki hava møguleika at fornýggja seg. Hendan trupulleika ávaraði eg ímóti fyri tveimum árum síðan.

Fíggjarvinnan átti at verið stýrd hóvliga á heimamarknaðinum.
Eg fati ikki at búskaparfrøðingar ikki síggja týdningin av, at vit hava eina hóvliga fíggjarvinnu á heimamarknaðinum. Tí tað er ikki seljarin ella keyparin sum avgera, hvat prísurin er á einari vøru sum fíggjarheimurin er innblandaður í.

Les meir á:
www.eydstein.fo