KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Næstur í røðini er Ríkin N. Djurhhus, sum fylgir HB liðnum tætt. Hann væntar ein sera taktiskan dyst, har bæði Mikkjal K. Thomassen og Heðin Askham sleppa at royna sítt taktiska flogvit.
Næstur í røðini av KÍ/HB viðhaldsfólkum at svara spurningum undan klassikaranum millum KÍ og HB sunnudagin er Ríkin N. Djurhuus, sum fylgir HB væl, har hann eisini hevur verið venjari hjá ymiskum liðum seinastu árini.
1. Hvussu ert tú nøgdur við byrjanina hjá HB í ár?
– Eg haldi at liðið vísur nakrar góðar taktir, ið absolutt kunnu bera langt í ár, men eins og við hinum liðunum so sæst, at veturin hevur verið tungur. Heðin Askham veit hvat hann ger, og menn skulu nokk koma í gongd at vísa tað spæl, ið hevur eyðkent HB liðið tey seinnu árini.
2. Hevur KÍ dysturin eyka stóran týdning fyri teg enn ein vanligur dystur?
– Dystirnir ímillum HB og KÍ eru altíð nakað heilt serligt, har er tann klassiski “Vit ímóti tykkum” stemningurin, ið fær bæði áskoðarar og leikarar at fara eitt gear upp. Dystirnir hava verið áhugaverdir og altíð undirhaldandi, tó kanska eitt vet ov ógvusligir í seinastuni, men sovorið slepst sjáldan undan, tá ið talan er um ”rival-dystir” sum hesar.
3. Hvat fyri dyst væntar tú sunnudagin?
– Av teimum seinastu seks dystinum, sum KÍ – HB hava spælt í Klaksvík, hevur HB vunnið tríggjar, spælt tveir javnar, og KÍ hevur vunnið ein. Tað plagar at liggja soleiðis, at HB vinnur ein dyst í Klaksvík um árið, og tað kann væl verða sunnudagin. Men sum eg skilji á lagnum, so hevur Mikkjal K. Thomassen megnað at organiserað KÍ liðið væl, og tað var nokk tað ið manglaði í fjør. So eg vænti, at tað verður ein sera taktiskur dystur, har ið venjararnir báðir sleppa at veruligan royna sítt taktiska flogvit.
4. Hvørjir eru lykla leikararnir hjá liðunum báðum?
– Hjá HB slepst ikki undan at nevna Fróða Benjaminsen. Maðurin hevur stýrt miðvøllinum á føroyska landsliðnum eins og á HB liðnum, har ið hann hevur verið við til at vunnið fleiri meistaraheitir. Hann avgjørdi fyrra dystin í farna kappingarári við tveimum ”dundur” málum, og kann sjálvandi sláa til aftur sunnudagin. Arnbjørn T. Hansen sær út til at verða komin í gongd við málskjótingina, og er uttan iva ein av mest málfarligu áleyparum í landinum, tá ið formurin er har. Somuleiðis eru Christian R. Mouritsen og Andrew av Fløtum menn, ið skulu ansast eftir í klassikaranum. Klaksvíkingurin í HB málinum hevur nokk munin sunnudagin, har ið eg meti at Teitur M. Gestsson verða sterkara kortið at hava á liðnum enn Meinhardt Joensen, um verjurnar kiksa.
Hjá norðoyingunum er tað uttan iva Páll A. Klettskarð, ið hevur víst, at hann ikki er bangin fyri nøkrum miðverja, og kann verða ein sera góður maður at hava á toppinum. Hjalgrím Elttør er ein av lokalu dreingjunum, ið veruligan brennur fyri einum úrsliti í KÍ – HB dystunum og plagar at spæla á einum hægri støði, tá ið hann sær reyð-svørtu troyggjurnar.
Nýggi útlendingurin Kenan Hajdarevic sá út til at vísa okkurt ímóti suðuroyingunum, og somuleiðis eru royndir menn sum Ndende A. Guéye og Atli Danielsen, ið kunnu verða avgerandi faktorurin, ið koppar dystin rætta vegin.
5. Hvat verður úrslitið?
– Tað verður ein tættur dystur, um vit skulu taka seinastu 6 dystirnar við í mentu, har ið dystirnir eru avgjørdir við einum málið. Bæði í 2014 og 2012 blivu ikki fleiri enn 3 mál skotin tilsamans pr. dyst. Tað var einans í 2013, at dystirnir blivu málríkir, har tað endaði við javnleiki 3-3 og einum 3-4 sigri til HB. So eg rokni jøvnum dysti, har tað endar við einum 2-1 sigri til HB.
Les eisini annað KÍ-HB tilfar:
– Vinnur KÍ er alt á gosið í Klaksvík sunnudagin




