Í kvøld fóru vit at vinna – onki ivamál í míni sál – mær bar ikki til at fara til Havnar at taka myndir. Framúr góði ítróttarskrivari okkara, Jákup Ósá hevði heldur ikki stundir – og so, við dystar byrjan ringdi Dávur Winther og segði at Norðlýsi var á luftini.
Eg upp á lofti at hyggja, jú mín sann, nú fóru vit heilt víst at vinna. Men gakk, vit taptu við einum máli. Tað ljóðar sum umbering tá eg sigið at vit vóru betra liðið, men tað vóru vit – Eg ivist onga løtu í, at hevði Páll verið har í kvøld, so hevði tað verið sum í pottinum. – ok, myndakvaliteturin bleiv ikki tann besti, men soleiðis sá tað út av Hæddini í fyrra hálvleiki, ikki undir í, at tað gekst landsliði okkara sera væl, tillukku dreingir.
Oliver




