Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg verið ikki kløkkur um hamarin fellur fyri fleiri skip

John William Joensen

sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum vísir á at føroyskir sjómenn eru afturútsilgdir í mun til londini kring okkum

– Í øllum londum kring okkum eru serligar frádráttarskipanir fyri sjómenn. Í Norra er sjómannafrádrátturin væl hægri enn í Føroyum og harafturat er skatturin væl lægri. Eisini hava teir serliga skipan fyri sjómenn sum búgva í norðurnorra.

– Í Danmark hava teir eisini serligar skipanir fyri sjómenn og verður hetta gjørt av teirri einføldu orsøk at fiskivinnan ikki gevur nóg mikið av sær fyri manningarnar sum eru umborð á skipunum.

– Sjómannafrádrátturin er ikki at meta sum stuðul – tí tímalønin umborð á skipunum er sera lág. Vit hava roknað út at tímalønin hjá sjómonnum er um 40 krónur.

– Skipanin við minstaløn er eisini afturútsilgd tí hon er nú so lítil at hon ger lítlan og ongan mun.

Fiskiflotin í svárari kreppu
Jan Høgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag sigur at støðan hjá stórum pørtum av fiskiflotanum er sera álvarslig.

– Teir sum sigla við stóru línubátunum í løtuni eru ikki væl fyri. Enska pundið er sera lágt og tí eru toskaprísirnir í botni. Eg verið ikki kløkkur um fleiri skip fara undir hamaran fyrsta dagin, sigur Jan Højgaard, sum vísir til at Fiskimannafelagið hvønn dag frættir um støðuna sum sjómenn eru í.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum vísir eisini á at nú teir í samband við samráðingar við farmaskipini hava eftirhugt FAS skipanina eru flestu partar samdir um at hendan skipan er sett í verk uttan at nakar kendi avleiðingarnar.

– Vinnur sum ikki hava sterk fakfeløg klára seg sjálvdan væl. Tí er uppgávan hjá okkum sum fagfelag so sera stór í løtuni og skullu føroyskir sjómenn fáa rímilig kor at virka undir so verða vit noydd til at taka stór tøk í komandi tíðum.