Debora Biskopstø hevur verið parkeringsvørður síðan 1. november. Fyrstu tíðina hevur hon verið í upplæring, men sæst nú í býarmyndini í Klaksvík.
Klaksvík hevur ikki haft parkerinsvørð í nøkur ár, men nú er broyting komin í, tí Debora Bisopstø er júst sett sum parkeringsvørður.
Eg arbeiði hjá Føroya Politi, sum í mínum føri samstarvar við Klaksvíkar kommunu, upplýsir Debora.
Fyrstu tíðina hevur Debora lagt til merkis, at brotini serliga hava við parkeringsskivurnar at gera.
Tað er altíð okkurt at gera hvønn dag, sigur Debora. Tað vanliga er at fólk gloyma at seta parkeringsskivuna, ella at ongin parkeringsskiva er, ella at hon er ólesilig. Tað hendir eisini at fólk standa á gongubreytini, upplýsir Debora.
Parkeringsvørður er positivt fyri býin
Eg eri ikki úti uppá at fáa fólk í felluna, men eg vil at mín starvssetan er positiv fyri býin á tann hátt at ordan kemur í parkeringsviðurskiftini. Hetta er eisini ein spurningur um tryggleika í ferðsluni. Ordan og tryggleiki skapar trivnað millum borgararnar, sigur Debora við Norðlýsið at enda.





