Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg vil síggja skriftina á veggunum!

Rasmus S. Biskopstø

Hóast orðið graffiti nógvastaðni hevur eitt neiligt umdømi, so kann máling á almennum veggum prýða, fortelja søgur og gerast sonn listaverk, ið allir borgarar gerast góðir við. Eisini her kann Klaksvík ganga á odda og skapa umstøðurnar, so at okkara dugnaligu listafólk sleppa framat við pensli og hugflogi.

Alt kann misskiljast og misnýtast. Grafitti er vanliga sjónligt, og í almenna rúminum kunnu sterkir litir og provokerandi orð virka frástoytandi. Kanska myndirnar av herverkinum á Skansanum koma einum í huga. Men tað eru eisini fleiri, bæði her heima og úti í stóru verð, sum leita eftir sokallaðum street art. Og tað er eisini orsøkin, at nógvir býir seinastu árini hava markerað seg sum áhugaverd lørift hjá ókendum og kendum myndlistafólki. Graffiti er í dag annað og meiri enn meiggjandi strok og slagorð. Tað, sum einaferð var uppreistur, er í dag myndlist. Tað er sum mótmælissangurin á gøtuni, sum verður boðin á pall í mentanarhúsinum.

Tað er ikki mær at siga, hvat motiv hóskar best á hvønn vegg. Men tað eru nógvir spennandi møguleikar. Og tað ber væl til at ímynda sær, at heimligar hendingar síggjast aftur í listini, at okkara søga og mentan gerast veggjaprýði. Eisini at vit fáa spennandi illusiónir og abstrakt list. Og hví ikki lata hóskandi myndir og tíðarinnar skaldskap standa á teimum annars slitnu og keðiligu betongveggunum? Alt annað líka vil útilistin í framtíðini, ikki einans lokka fólk til Klaksvíkar, men um allan býin, og annars í tí dagliga fylla eyguni og hugin hjá borgarunum sum búgva her á staðnum. Lokalt dømi um væleydnað street art er veggurin, sum vísur á stoltu søguna hjá KÍ, og samstundis gevur íblástur til øll tey sum brúka fótbóltsvøllin á Jørundsgøtu. Og øll vita hvussu grundin á Roykstovuni sær út.

Mín grundhugsan er, at eftirsum Klaksvíkin, við sínari ídnaðarsøgu, hevur framleitt nakrar óvanliga væl egnaðar betongveggir til gøtulist, so eigur tað at vera upplagt at gagnnýta hendan veruleikan og lata veggirnar fortelja søgur, geva íblástur og hugtaka borgarar eins og gestir. Hetta átti at verið lutfalsliga lætt og bíligt at íverksett. Sjálvur eri eg heilt vísur í, at um býráðið tekur nakrar útvaldar, stórar og sjónligar veggir, sum í dag taka nógv útsýni, uttan at geva nakað aftur, og við skipaðum umstøðum letur listarfólk sleppa framat við sínum skapandi hugi, hevði hetta havt eina sera jaliga ávirkan á allan býin.

Niðanfyri síggjast tvey almenn listaverk í Klaksvík, umframt fýra sera góðir veggir sum kundu verið egnaðir til endamálið.

Rasmus S. Biskopstø valevni fyri Tjóðveldi.