Hvussu er lívið á sjónum, og hvussu verður veiðan virkað, eftir at hon er løgd upp á land. Hesar spurningarnar hava næmingarnir í stovu 101 undrast yvir. Tí valdu tey við undranini verkliga at fara til verka.
Evnið gjørdist fiskur og fiskahús, og fyrst varð sjálvsagt tosað vítt og breitt um tað, sum í fiskiskapi gongur fyri seg. Síðani var valt serliga at tosa um tosk og hýsu.
Sjálv arbeiðsgongdin í fiskiskapi hevur týdning, og tí varð eisini tosað um, at fyrst verður farið út á hav at fiska. Síðani verður siglt heim og veiðan fingin til høldar. Viðkomandi var tá at tosa um fiskavirkini, sum keypa fiskin og virka hann, so hann kann verða seldur víðari t.d. til matna.
Sum myndirnar vísa, so hava næmingarnir verði hugagóðir, og serliga var áhugavert at vitja frystihúsið, har veiðan liggur.
Ein av næmingunum hevði frá byrjan víst á ynski um, at hann, tá ið hann verður stórur, fer at arbeiða við fiski, og hetta arbeiði í skúlanum gav honum bara enn størri áhuga.





















