Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Egil á Bø spælir neyvan aftur

Norðlýsið

Egil á Bø hevur enn ikki verið at sæð til venjing hjá meistarunum EB/Streymi. Hann sigur, at einki er endaliga avgjørt enn. – Men í løtuni hava eg ikki nakra ætlan um at fara í gongd, tí hugurin er ikki nóg góður, sigur hann.
 

Egil á Bø hevur í nógv ár verið ein av mest týðandi leikarunum hjá EB/Streymi, sum hevur myndað toppin í føroyskum fótbólti síðani 2006. 38 ára gamli Egil var í 2012 ein av stóru orsøkunum til, at EB/Streymur vann sítt 2. FM heitið í søgu felagsins. M.a. vóru 4 av hansara 5 málum beinleiðis avgerandi fyri, at liðið vann sær stig.
 

Spælir neyvan aftur

Norðlýsið fekk í dag stutta viðmerking frá roynda verjuleikaranum og spurdu um, hvussu støðan er, nú vit skriva 15. januar.
 

– Eg haldi ikki at so nógv nýtt er at frætta. Enn er einki endaliga avgjørt. Men eg havi ikki verið til venjing enn og havi í løtuni ongar ætlanir um at fara heldur. Orsøkin er einfalt tann, at hugurin er ikki tann besti. Kappingin er ógvuliga long í ár og tá sær tað heldur møtimikið út fyri meg, sigur Egil á Bø við Norðlýsið.

Sostatt bendur nógv á, at Egil á Bø hevur sagt farvæl til føroyskan fótbólt á hægsta stigi. Hetta er uttan iva ein stórur smeitur fyri EB/Streym, tí Marni Djurhuus og Egil á Bø hava seinnu árini verið ímyndin av einari støðugari og royndari miðverji. Tá annar av teimum so ikki hevur verið tøkur, so hevur Sorin Anghel sum oftast verið avloysari. Hann er sum kunnugt farin til AB.