Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eginpeningurin fjóðrings milliard

John William Joensen

Norðoya Sparikassi hevur aðalfund týsdagin 22. februar og í hesum sambandi er hjálagda tíðindskriv sent fjølmiðlunum

Roknskapurin 2004 góðkendur av nevndini
Á nevndarfundi tann 1. februar 2005 viðgjørdi og góðkendi nevnd Norðoya Sparikassa roknskapin fyri 2004.

Úrslitið
Úrslitið fyri 2004 gjørdist eitt avlop áðrenn skatt uppá 21,9 mió. kr., móti 21,8 mió. kr. í 2003.
Endaliga ársúrslitið eftir skatt gjørdist 17,1 mió.kr. móti 17,5 mió.kr. í 2003.

Inntøkur
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar øktust úr 57,5 mió. kr. í 2003 til 58,2 mió. kr. í 2004.

Virðisjavnan
Sparikassin hevði í 2004 eitt tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra uppá 0,5 mió. kr., móti einum tapi í 2003 uppá 1,3 mió. kr.

Útreiðslur
Útreiðslur til starvsfólk og umsiting øktust við 2,9 % úr 29,0 mió. kr. í 2003 upp í 29,8 mió. kr. í 2004. Aðrar vanligar útreiðslur øktust úr 0,4 mió.kr. í 2003  uppí 2,9 mió.kr. 2004
Burturleggingar
Netto avskrivingar og burturleggingar uppá skuldarar vóru 2,7 mió. kr. í 2004 móti 4,7 mió. kr. í 2003.

Innlán
Innlánið vaks við 0,8 % úr 924 mió. kr. í 2003 til 932 mió. kr. í 2004.

Útlán
Útlánið vaks við 9,1 % úr 889 mió. kr. í 2003 til 971 mió. kr. í 2004.

Eginpeningur
Eginpeningurin vaks við 7,1 % úr 242 mió. kr. í 2003 til 260 mió. kr. í 2004. Eginpeningurin er nú 21,6 % av samlaðu fíggjarstøðuni pr. 31.12.2004, móti 20,6 % pr. 31.12.2004.

Fíggjarstøðan
Fíggjarstøðan hjá Norðoya Sparikassa javnvigaði tann 31.12.2004 við 1.203 mió. kr. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 2,1 % í mun til 31.12. 2003, tá fíggjarstøðan javnvigaði við 1.178 mió. kr.

Aðalfundur
Aðalfundur sparikassans verður í Klaksvík týsdagin 22. februar 2004 klokkan 15:00.
Við heilsan

Norðoya Sparikassi
Nevnd og stjórn