Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiðis kommuna: Ungdómur, menning og mentan

Jógvan í Skorini

Ungdómur, menning og mentan er yvirskriftin fyri fíggjarætlanina, sum bygdaráðið í Eiðis kommunu samtykti í týskvøldið.

Ungdómur, menning og mentan er yvirskriftin fyri fíggjarætlanina, sum bygdaráðið í Eiðis kommunu samtykti í týskvøldið.

Samtykt varð at seta 300.000 kr av til ein ungdóms/trivnaðar/ferðavinnu leiðara. Hann skal fyrst og fremst skipa fyri tiltøkum og skapa trivna í kommununi. Hann skal eisini skipa fyri tiltøkum í sambandi við ferðavinnuna.

Kommunan velur eisini at skora undir mentanina og serliga tónleikin. 500.000 kr eru settar av til fyrsta byggistig í einum sokallaðum mentunarstaði. Ætlanin er at byggja gomlu fimleikahøllina um til framførðslur og tiltøk, við venjingarhølum, sum musikskúlin eisini kemur at brúka. Musikskúlin, sum ikki hevur havt nóg góðar umstøður, fær við hesum virðilig hølir, og Eiðis kommuna fær sín egna mentunarmiðdepil.

Eiðis kommuna heldur fram við verkætlanini at gera fótbóltsvøll niðri í Hólma. Hálv onnur millión kr. verður sett av til endamálið. Hetta meiri enn sett er av undanfarin ár og við hesi íløguni verður vøllurin í Hólmanum klárur til graslíki.

Afturat hesum er eisini peningur settur av til aðrar íløgur. Eitt nú skal ordiligur bátadráttur gerast á Eiði, so bátaeigarar ómakaleyst kunnu fáa bátin uppá turt. Lyktapelarnir á Eiði hava ikki riggað nóg væl og tí er peningur settur av so at t.d. 20 amatur verða skift út um árið. Við tí mannagongd eru allir lyktapelar dagførdir eftir fáum árum. Í Svínáum skal arbeiðið at fáa alla bygdina at lýsa gerast liðugt, og tað varð eisini tikið við í fíggjarætlanini.

Ætlanin er eisini at fara í holt við at fyrireika økir til neyst og summarhús í kommununi

Borgarstjórin sigur í stuttari viðmerking:

“Hetta er fyrsta fíggjarætlanin hjá nýggja bygdaráðnum, og tað er fyrst nú man ordiliga fær sett út í kortið.”

“Fíggjarætlanin bleiv einmælt samtykt og allir bygdaráðslimirnir hava sett síni fingramerki á ætlanina.”

“Annars kann sigast at tølini frá TAKS, nú síggja munandi betur út, so vit síggja bjart uppá framtíðina í Eiðis kommunu”.

Kommunan heldur annars fast við lágt skattaprosent, nevniliga 20,75 % og kommunan hevur sum er triðhægsta barnafrádrátt í landinum – 7.500 kr. Til íløgur eru samanlagt settar 2,8 mió kr og stórt sæð botna í royndini at skapa trivnað í kommununi. Fíggjarætlanin javnvigar annars við 19,3 mió kr.