Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiga at sláa manngarð um Klaksvíkar Sjúkrahús

Bjørn Kalsø

Nú vit ynskja Norðlýsinum tillukku við teimum 100 árunum, hevur blaðið valt at seta kikaran á heilsuverkið við serligum atliti at Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


Tað vóru eldsálir í Norðoyggjum og Eysturoynni saman við táverandi lækna, sum seinast í 1800-talinum sóu týdningin av at byggja sjúkrahús í Klaksvík. Øll árini síðan hevur Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) verið stóra trygdin í økinum, tá sjúka og skaðatilburðir hava rakt.

Læknavísindi og sjúkrarøkt eru broytt nógv hesi árini. Nýggjur kostnaðarmikil heilivágur, nútímans útgerð, fleiri viðgerðarhættir, alsamt størri læknalig spesialisering og kravið um hægri játtan eru millum stóru avbjóðingarnar, á øllum heilsuøkinum – eisini á KS.


Miðsavnan eingin loysn

Støðuga trýstið á heilsuverkið og sjúkrahúsini hevur fingið partar av politisku skipanini og sonevndar serfrøðingar á økinum at mæla til miðsavnan av øllum sjúkraviðgerðum á Landssjúkrahúsinum (LS) og samsvarandi niðurlaging av smærru sjúkrahúsunum til skaðastovur og endurvenjingarstovnar í dagtímunum.

Eitt nú hevur Javnaðarflokkurin, tá hann hevur umsitið heilsuøkið nógvu seinastu árini, arbeitt við at niðurlaga virksemið við ætlanum um at seta eina leiðslu, og við at flyta týðandi uppgávur, eitt nú læknavaktina og føðideildina til Havnar.

Hetta er eftir míni bestu sannføring ein skeiv gongd, ið ikki hevur havt sparingar við sær, og sum hevur gjørt tænastuna til borgaran verri.

Vit hava, sum er, brúk fyri hvørjum króki, og øllum góðum kreftum á teimum trimum sjúkrahúsinum. Besta loysnin er tí, at greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti verður gjørt millum sjúkrahúsini. Soleiðis sum samgonguskjalið ásetir.

Til dømis eiga sergreinir innan ortopedi, urologi og onnur hóskandi øki at verða staðsettar á KS.

Tá býtið er gjørt fer, at bera til at skipa samstarv millum sjúkrahúsini, kommunulæknaskipanina og aðrar partar í heilsuverkinum soleiðis, at sjúklingurin verður settur í miðdepilin og fær skjóta og góða viðgerð, har besta serfrøðin er.

Samferðsluviðurskiftini eru góð, bæði tá talan er um sjúkraflutning og flutning av upplýsingum um sjúklingar umvegis talgildu heilsuskipanina, og eru tí ikki ein forðing fyri at fáa skipanirnar at virka sum eina eind.


Læra av okkara grannum

Grannalondini hava somu stóru avbjóðingar at dragast við, hóast tey lutfalsliga nýta meira pening til sjúkrahúsini enn vit. Fleiri av londunum hava eisini roynt at loysa avbjóðingarnar við at miðsavna uppgávurnar á størri sjúkrahúsunum, og við at niðurleggja tey smærru. Men tað hevur ikki loyst trupulleikarnar. Heldur tvørtur ímóti.

Risa meirkostnaðir í sambandi við miðsavningina, óneyðugir útbyggingarkostnaðir, øktur sjúkraflutningur og økt umsiting hava ikki gjørt raksturin bíligari, og tænastan til borgaran er ikki vorðin betur. Serliga eru økini, sum liggja í størri fjarstøðu frá sjúkrahúsunum, illa fyri, tí tænastan til sjúklingar, ið javnan skulu í viðgerð ella til kanningar, gerst ótolandi, orsaka av nógva og tíðarkrevjandi flutninginum millum bústað og sjúkrahús.

Hví ikki læra av okkara grannum, heldur enn at gera somu mistøk, tá vit frammanundan vita, at miðsavnan minni enn so er rætta loysnin – hvørki tá talan er um fíggjarligan vinning, ella tá tað snýr seg um betur tænastu til sjúklingin?

Vit skulu minnast til, at ein miðsavnan heldur ikki verður nakar fyrimunur fyri LS.


Sláa manngarð um Klaksvíkar Sjúkrahús

Flestu viðgerðirnar eru á Landssjúkrahúsinum (LS). Men nógvar av skipanunum har eru sperdar. Serlæknar hava ov nógv um oyrini, og starvsfólk annars hava úr at gera, tí innleggingarnar og arbeiðsuppgávurnar eru fleiri, enn orka er til á stovninum. Samstundis er tað almenn vitan, at eitt nú KS í størri mun hevur møguleika at taka sær av fleiri av viðgerðunum, sum í dag koma í drag, tí uppgávurnar ikki verða skipaðar nøktandi millum sjúkrahúsini.

Skipa samstarv fer bæði at bøta um viðgerðirnar og um arbeiðsumstøðurnar.

Lítið er at ivast í, at tað er brúk fyri hvørjum króki og øllum góðum kreftum á teimum trimum sjúkrahúsinum. Tí er umráðandi at fáa skipanirnar at virka optimalt við rætta bygnaðinum og í góðum samstarvi. Tað eigur at standa øllum greitt, at tað hevði verið fongur fyri sjúkrahúsini, samfelagið og ikki minst sjúklingin, sum eigur at setast í miðdepilin, um heilsuverkið í størri mun virkaði sum ein eind.

Mítt tilmælið er, at vit sláa manngarð um KS, sum á ongan hátt má niðurlagast. Tí tað er sera umráðandi at KS eisini í framtíðini verður trygdin í økinum, og ein týðandi partur í strembanini eftir at betra um heilsutænastuna í Føroyum sum heild.


Landsstýrismaðurin má taka støðu

KS hevur gingið undan innan nógvar krevjandi viðgerðarhættir í mong ár, og KS hevur eisini ligið frammarlaga í nøgdsemiskanningum millum sjúklingar. Skal positiva gongdin halda fram, er neyðugt við tryggum og nútíðarhóskandi kørmum, nøktandi innihaldi og størri rakstrarjáttan.

Tað er tí neyðugt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, skjótast gjørligt tekur støðu til, hvørjar sergreinir og tænastur skulu veitast á KS, hvørjar uppgávur skulu røkjast á hinum báðum sjúkrahúsunum, og hvørjar viðgerðir vit noyðast at samstarva við sjúkrahús í grannalondunum um.

Samgonguskjalið sigur greitt, at slík støða skal takast. Nógv føgur orð eru søgd, og tíðin er búgvin at handla!

Ikki fyrr enn tað er gjørt, ber til at leggja samstarvið millum sjúkrahúsini og aðrar neyðugar partar á heilsuøkinum í fastar karmar. Hetta fer eisini at gera tað lættari at leggja til rættis tær framtíðar um- og útbyggingar, sum eru neyðugar á KS.


Satellittskipanir

Í allari umskipanini av heilsuøkinum hevur tað avgerandi týdning, at sjúklingurin verður settur í miðdepilin. Og tað eigur at standa øllum greitt, at reglulig og drúgv ferðing ikki er rætta loysnin, hjá fólki, ið eru illa fyri. Ikki minst av teirri orsøk er umráðandi, at sjúkrahúsini samstarva, og at viðgerðir, har tað er møguligt, verða framdar í nærumhvørvinum.

Ein møguleiki í hesum sambandi er at uppbyggja sonevndar satellittskipanir.

Í Danmark og aðrastaðni verður skipanin nýtt t.d. í sambandi við dialysuviðgerð av nýrasjúklingum. Tað kom fram á áhugaverdum evnisdegi um nýrasjúkur í Felagsskúlanum á Oyrabakka herfyri.

Serlækni í nýrasjúkum er á LS, og øll dialysuviðgerð, sum ikki kann fremjast við posadialysu, fer í dag fram í Havn. Hetta hevur við sær óneyðuga tíð og orku til ferðing hjá nýrasjúklingum í Norðoyggjum og Eysturoynni. Sum noyðast til Havnar fleiri ferðir um vikuna í dialysuviðgerð.

Ein lutfalsliga sera lítil íløga í eina satellittskipan við dialysuviðgerð á KS, hevði hinvegin ført við sær, at nýrasjúklingar og teirra avvarðandi fingu eina munandi betur tænastu. Sama støða er galdandi í Suðuroynni.

Peningur er settur av til hesa satellittskipan. Tí er má hon fáast at virka beinanveg.


Bjørn Kalsø, landsstýrismaðir