Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiga at verða stolt og glað at verða norðoyingar

John William Joensen

Søgan hevur víst okkum, at í ringastu tíðum, eru tað kreftir her í býnum, sum ikki vilja leggja kongin, segði Niclas Heri Jákupsson m.a. í røðu síni á miðnáttarsamkomu í Vágstúni

Góðu norðoyingar og gestir

Tað er mær ein stór æra at standa her í kvøld, og føra røðu fram í Vágstúni – á Norðoyastevnu – nú Klaksvíkin fyllir 100 ár.

Eg havi leingi gingið og hugsa um, hvat hendan røðan skal snúgva seg um. Skal eg leita 100 ár aftur í tíðina, fyri at lýsa tey fólk, sum tá livdu, og tær umstøður sum tey virkaðu undir, ella skal eg hygga frameftir, fyri at gera eina metan av, hvat okkum stendur boði, tey næstu 100 árini.

Eg havi valt at leggja meg mitt í millum, og byrja hesa røðu, við at leita 40 ár aftur í tíðina. Tí júst fyri 40 árum síðani, sá eg sjálvur fyri fyrstu ferð dagsins ljós. Tað hendi ein vakran mai dag, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eg gangi út frá at foreldur míni vóru glað, tey áttu ein dóttur framman undan, og nú kom so sonurin. Tá eg og mamma høvdu ligið á sjúkahúsinum, í nakrar dagar, kom Rajani at kannað meg.

Mamma hevur seinni fortalt, at hann tók í beinini á mær – lyfti meg upp, og segði: Din søn normal – du bare gå hjem. Mamma legði meg í eina lyft – fór niðan á vegin, og so gekk hon 500 metrar út eftir vegnum – og inni í eini hús á Bumshamari, sum bleiv mítt barnaheim. Eg var ein spildurnýggjur og óspiltur klaksvíksjingur !

Tíðin gekk, eg lærdi meg at ganga, og áðrenn eg visti av, so reikaði, og spældi eg millum húsini á Bumshamari. Alt virkaði trygt og gott, til eg ein dag fekk ein stein beint í høvdið – tað var fyrstu ferð grannin hjá mær, Eyðfinn Sólheyð, heilsaði uppá meg. Og trúgvi mær, hann kom at tveita nógvar steinar eftir mær tey næstu árini. Eg fekk við hesum álopið at vita, at lívið ikki bert er ein dansur á rósum, men at ágangur og álop, er ein partur av lívinum.

Men tíðin stóð ikki í stað. Eg bleiv eldir, og byrjaði at søkja longu út í heim – sjálvt um óttin fyri tí ókenda, alla tíðina spøkti. Onkuntíð fór eg heilt oman til Almu at keypa, og aðra tíðir fór eg heilt út í Grótbroti at spæla. Sum aðrir dreingir, har um leiðir, so hevði eg ein ótrúliga stóran áhuga fyri fótbólti. Vit spældu bólt á vegnum, og av tí at øll tann tunga ferðslan frá Grótbrotinum, gekk eftir hesum vegi, var tað ikki heilt vandaleyst. Eg hevði hoyrt, at smádreingirnir heimi í býnum, spældu fótbólt á fótbóltsvøllinum á Djúpumýru.

Tað mátti verða fantastiskt, at búgva heilt har heimi, – og at sleppa at spæla á fótbólt á sama vølli, sum tær stóru hetjurnar – Ólavur Niclassen, Karl Gudmund og Stenbjørn spældu á.

Men fyri smádrong úti á Bumshamri, var tað at fara heim í Vág, bert ein dreymur. Hetta var jú eitt annað land, og skuldi man heilt har heim, so mátti man ganga ígjøgnum Víkarnar, og tað var ikki bara sum at siga tað – tí har búðu bæði búðamenn og bøllarnir. Eg hevði hoyrt, hvussu tey eldru børnini tosaðu um hesi fólkasløg. Búðamenn vóru snildir og kúllaligir – og teir kundi gott finna uppá at rópa og eftir friðar fólki. Men tað var einki aftur í móti bøllunum. Teir stóðu saman sum ein, og vóru enn tá altíð tilreiðar at berjast. Hetta var ein ræðuligur býur, sum eg var føddur í. Vandin lúrdi undir hvørjum steini.

Men ein dagin, so tók eg mær mót, og gjørdi av, at eg skuldi leita langt út í tað stóru verð, ja heilt heim í Djúpumýru at spæla fótbólt. Fyri at minka um vandan fyri álopum, so legði eg ætlanir, at fara avstað í døgurða tímanum. Tí tá væntaði eg, at ófriðarkropparnir heima í Víkunum, sótu inni og ótu.

Hendan dagin skundaði eg mær at eta – men í tí eg skuldi reisa meg frá borðinum, koma eg at yvirhoyra eina samtalu millum mammu og pápa – har tey tosaðu um Andras Joensen bónda. Og eg minnist, at mamma spurdi pápa, um Andras var av tí góða, ella óreina Gerðaslagnum. Og har stóð eg sum kánus – og eg sum trúði, at tað bara vóru tvey sløg av fíggindum – búðamenn og Bøllarnir – nú var eisini eitt sum kallaðist tað óreina Gerðaslagið. Tann dagin gjørdi eg av, at eg ongantíð skuldi heim um Bumshamar, uttan at mamma mín var við. Og eg kom til eina greiða niðurstøðu, at hetta mátti verða heimsins farligasti býur.

Eitt er hvat tú kanst verja teg í móti, eitt annað er hvat tú verður tvungin til – tí í skúla mátti eg. Fyrsti skúladagur var ræðuligur – og aftur var tað vandin og óttin, sum órógvaði meg. Tey eldru børnini í grannalagnum høvdu fortalt mær ræðuligar søgur um skúlan. Tey høvdu fortalt, at tann hægsti lærarin at Alex Sólstein, og at hann var øðiliga strangur, og at hinir lærararnir gott kundi finna uppá, at geva lúsing, um man ikki sat stillur ella aktaði. Fyrsta skúladag vóru nervarnir uttan á. Eg endaði í einum flokki – bæði við bøllum og búðadreingum og nógvum øðrum villmonnum. Har vóru Thorvald og Bethuel, Sjúrður Klakk og Annfinn hjá Billujógvan, Petur Dorian í Mikladali, Hannis Lydersen – og ikki minst dampbarnið av teimum øllum – Emil Gunnarsstein.

Eg minnist ilt á teir fyrstu dagarnir, men so við og við, lærdi man hesi børn at kenna, og man lærdi eisini hvønn man skuldi verða væl við, og hvønn man skuldi umganga. Men friðurin vardi ikki leingi, tí ein dagin fóru vit børn at diskutera, hvat var rætt – barnadópur ella vaksmannadópur. Prátið gekk harðliga fyri seg, og eg minnist hvussu illa eg svav teir næstu dagarnir, av berum ótta fyri, um eg nú fór at enda niðri hjá illamanni. Hví ólukkan høvdu foreldur míni ikki hugsa seg betur um tá tey doypti meg sum nýføðing?

Tíðin gekk, og mín horisontur víðkaðist nógv, tá abbi mín, Niclas á Selheyggi, tók meg við sær norður á Stengurnar at egna. Á Stongunum lærdi eg alt um lívið. Hesir menn vistu hvussu øll verðin hekk saman, og tað var ein hugnalig og lærurík tíð, fyri ein smádrong sum meg. Í dag tá eg gangi og renni millum nógvi fundirnir í Havn, hugsi eg oftani um hesar menn. Í Havn hevur man fund, um nøkur skjøl skulu flytast frá einum borði til eitt annað. Hvørki abbi mín, ella nakar annar skipari, hevði fund við manningina, fyri at diskutera hvar línan skuldi setast. Tað var ein skipari á Polo, og oftani er tað tann besta loysnin.

Um konfirmatiónsaldur, fekk eg boð um at koma til arbeiðis á Kósini. Við hesum arbeiði, var eg komin runt allan býin – heilt frá Bumshamari til Kósina. Eg hevði spakuliga víðka mín horisont, og var komin at kenna býin og tey fólk sum livdu í hesum býi.

Eg gekk í 10 ár í skúla, saman við búðamonnum og bøllum, og kundi eg staðfesta, at eg onga orsøk hevði fyri, at verða bangin fyri hesum fólkasløgum. Búðafólk eru sera skilagóð og ótrúliga stuttlig fólk. Nokk standa bøllarnir nógv saman, men tey eru eitt tað fittasta fólkaslagið, eg nakran tíð havi kent. Seinni eri eg komin at kenna Andras bónda, og aðrar góða gerðamenn persónliga, og kann eg bara heilsa og siga, at tað finnist bara eitt gerðaslag – og tað er tað góða. Alex Sólsein lærdi meg fólkaskikk og disiplin, og tað havi eg bara notið gott av seinni í lívinum. Emil Gunnarsstein, sum eg gjørdi alt fyri at umgangast, hevur verið ein góður og trúgvur vinur, gjøgnum alt lívið. Og spurningurin um barnadóp og vaksmannadóp, hann havi eg fingið svar uppá, – himmalin er stórur – og har rúm fyri øllum sum trúgva.

Klaksvíkin er ein lítil dunnuhylur, har øll kenna hvønn annan. Onnur fólk halda okkum verða forvitin, tí vit hyggja og spyrja nógv. Kanska er tað ikki forvitið, men heldur eitt slag av umsorgan. Vit koma hvørjum øðrum við, og vit ynskja at kenna hvønn annan. Og tað at kenna hvønn annan, kann mangan verða hent. Eg minnist væl tá eg tók koyrikorti hjá Símun Waag Høgnisen. Tann eina dagin hevði hann lært meg allar víkjuskyldir og hann endaði við at siga.

– Nú havi eg lært teg allar víkjuskyldur, men tað er ein víkjuskylda sum ikki stendur í bókini. Tað er tá Anthonus Olsen kemur koyrandi – tá er tað líka mikið um tú hevur víkjuskyldu ella ikki – tá mást tú halda av, tí Anthonius heldur ikki av fyri nøkrum.

Góði Norðoyingar, Klaksvíkingar og gestir
Við hesum orðum havi eg roynt at víst á, at tað ikki eru fjøllini og víkin sum skapar hendan bý, tað er menniskjuni sum liva og virka í honum. Vit eru einstøk indivitir, við ymiskum meiningum, men vit hava fleiri felagsnevnarar, sum ger at vit eru ein heild. Vit standa saman um okkara sjófólk, tí vit vita at gongur tað væl hjá teimum, so gongur tað eisini væl hjá okkum á landi. Vit standa saman um Kí, Stjørnuna, Mjølnir og onnur ítróttarfeløg, tí tey eru við til at skapa og menna okkara identitet úteftir. Vit eru góð við Summarfestivalin, Sjómannadagin, Jólaskipið og onnur tiltøk, tí tey eru við til at seta Klaksvíkina á Føroyakortið. Tað er eingin øl sum smakkar betur enn veðurin frá Føroya Bjór, og hvussu nógvar pengar amerikumenn brúka fyri at marknaðarføra Coca Cola og Pepsi, so smakkar Jolly best. Klaksvíkar Sjúkrahús sleppur eingin at taka frá okkum, og tað sum ikki stendur í Norðlýsinum – tað er ikki vert at vita.

Klaksvíkin er Norðoya móður, og hava allar bygdirnar rundan um Klaksvíkina, hjálpt til at styrkt samleikan hjá okkum. Fólkið sum hevur búleikast á hesum bygdum, hevur altíð verið eitt rakst fólkaslag, og hava tey verið undangongufólk á nógvum økjum. Tað mugu eisini verða fáar klaksvíksgentir, sum ikki hava fíggja ein einum sundamanni ella viðingi. Hvat teir hava fram um okkum, havi eg enn ikki funnið út av, men kanska er tað ráleikin og tað mansliga, sum vit mannfólk í Klaksvík hava mist.

At Klaksvíkin og Norðoyggjar eru ein pera, man tað lítið ivi verða um, men vit mugu ikki gloyma, at vit eru ein perla í einum størri perlubandið. Tunnilin sum bindur okkum saman við meginlandi, gevur okkum eina rúgvu av møguleikum, og tað er eisini ein beinleiðis innbjóðing, til eitt betur og breiðari samstarv við meginøki. Vit eiga at síggja okkum meira og meira sum eina eind, ístaðin fyri sum kappingarneytar. Samstarv og opinleiki verður lykilin fram yvir.

Í dag verður nógv tosa um globaliseringina – tað verður sagt, at skal man fylgja við rákinum, so má man verða globaliseraður. Her kann eg heilsa og siga, at klaksvíkjinar hava verið globaliseraðir, langt áðrenn hetta orð bleiv uppfunnið. Okkara sjófólk hevur altíð leita lagt úti í verðina. Fyrst í Grønlandi og Íslandi, síðani á Flemish Cap og Barentshavinum. Í dag mynstra nógvir menn við Mearsk og øðrum reiðaríum – og nú oljuvinnan stendur á gáttini, hoyra vit um fleiri, sum arbeiða bæði í Suðuramerika og í teimum Arabisku londunum. Um ikki so langa tíð kemur nýggja Norðborg inn eftir víkini, sum Kristian Martin og dreingirnir bygt í Chili og uppi í Grønlandi hevur Hanus eina størri verkætlan koyrandi við skipum og virkjum.

Eisini okkara ítróttarfólk ganga á odda og vísa góð úrslit úti í heimi. Jákup Mikkelsen vísti seg sum besta málmann í danska ríkinum, í Norra vísir Rógvi Jacobsen síni kynstur og í Danmark hevur Toti keypt eitt heilt fólbóltsfelga.

Á listarliga og tónleikapallinum eru eisini ein rúgva av góðum fólkum, sum eru við til at styrkja okkum mentanarliga. Og tá vit ikki sjálvi søkja út til stjørnurnar, so bjóða vit bara stjørnunum heim til okkum. Tað hava vit millum annað prógva við summarfestivalinum, so eri blivið eitt vørumerki fyri Klaksvík.

Tað verður gjøt eitt ótrúliga gott og mennandi arbeiði í øllum samkomunum, og gevur hetta arbeið okkara børnum og ungfólkið, eina góða barlast seinni í lívinum.

Góðu áhoyrarar
Klaksvík er ein góður býur. Her búgva góð og fitt fólk, sum eru tilreiðar at taka stór tøk. Vinnulívið er sterkt, og býráði við Steinbjørn á odda, hevur víst góðan vilja og hjálpsemi, til at stuðla undir tær verkætlanir, sum hava verið lagdar fram. Her eru fleiri fólk sum hava góð evnir, og sum eru tilreiðar at taka ábyrgd. Vit skulu sjálvandi verða varin, ikki at gloypa – um ov nógv, tí sum Húshamar segði: Um Norðlýsið kom út tvær ferðir um vikuna, so hevði tað slett ikki komi út.

Vit kunnu bara verða glað og stolt av hesum býi, og teimum menniskjum sum liva her í dag. Søgan hevur víst okkum, at í ringastu tíðum, eru tað kreftir her í býnum, sum ikki vilja leggja kongin. Tey sum hava uppliva sorg og miss, kunnu eisini fortelja frá, at tá á sendur, tá standa vit saman.

Eg fari at enda hesa røðu, við at citera ein stóran yrkjara her í býnum. Í sanginum “Heimstaði”, skrivar Steintór Rasmussen soleiðis:

Tað vakra hugtekur øll
Víkirnar, eiði og fjøll
Sum skapti liv og kor
Ja hendan býin
Hetta var fedranna vón
Nú er ein onnur sjón
Hvat bjóðar okkum nú tann nýggja tíðin?

Eg fari at takka fyri álitið mær var veit, og fari eg at ynskja tykkum øllum, framhaldandi eina góða og hugnaliga norðoyastevnu.

Takk fyri øll somul.

Harleywoodpaint