Um leiguíbúðirnar blivu seldar, hevði mánaðarliga lánsgjaldið íroknað avdráttur verið væl lægri enn ásetta mánaðarleigan á áleið 12.000 krónur.
Tær 18 leiguíbúðirnar Úti við land í Fuglafirði hava kostað Bústaðir 42 milliónir krónur at byggja, íroknað byggirentur. Tað vísir tilfar, sum Norðlýsið hevur fingið alment innlit í. Harumframt hevur Fuglafjarðar Kommuna stuðla ætlanini við 9,3 milliónum krónum. Íroknað stuðulin frá Fuglafjarðar kommunu kosta íbúðirnar í miðal 2,9 milliónir krónur.
Út frá byggikostnaðinum hjá Bústaðir á 2,3 milliónir krónur í miðal fyri hvørja íbúð, hevur Bústaðir brúkt sín innanhýsis roknifrymil til at áseta mánaðarligu leiguna til áleið 12.000 krónur um mánaðin.
Bústaðir hevur sum kunnugt trupult við at finna áhugaðar leigarar til allar 18 íbúðirnar, tá bert 7 eru leigaðar út higartil. Kundi Bústaðir í staðin selt íbúðirnar fyri byggikostnaðin á 2,3 milliónir krónur? Ja, tað er ikki óhugsandi, tí mánaðarliga lánsgjaldið íroknað avdráttur hevði tá verið væl lægri enn ásetta mánaðarleigan.
Og tá vilja mánaðarligu avdráttirnir jú vera eitt slag av uppsparing, tí eigarin væl at merkja eigur íbúðina og kann realisera frívirðið til eina og hvørja tíð. Mánaðarliga rentugjaldið á einum bústaðarláni á 2,3 milliónir krónur er 6.000 krónur um mánaðin í rentu eftir rentustuðul fyrsta árið.

Tí er væl hugsandi, at Bústaðir kann selja íbúðirnar fyri byggikostnaðin fyri Bústaðir. Hetta hóast tey hava trupult við at finna leigarar til at rinda mánaðarligu leiguna til at fáa innanhýsis roknistykkið hjá Bústøðum at hanga saman.
Hetta er enn ein greið ábending um, at trupulleikar eru við langtíðar haldførinum hjá Bústøðum. Virkismyndulin hongur snøgt sagt ikki saman. Og tá Bústaðir nú hevur sagt 3 av 6 húsavørðum úr starvi, hevði tað helst verið skynsamt fyri almenna bústaðarfelagið at selt burturav íbúðunum í Fuglafirði.



