Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eigur dagstovnaskipanin ongan góðan í Klaksvíkar býráð

Jóhann Lützen

So hoyrdu vit tað aftur. Ráðaleys foreldur fáa ikki síni børn á dagstovn í Klaksvíkar kommunu. Bíðitíðin er tríggjar mánaðir

Raðfestingin av dagstovnaøkinum í Klaksvíkar kommunu tykist ikki hava stórvegis ans hjá sitandi býráðssamgongu. Har undanfarna samgonga samtykti barna- og ungdómsvirðir, økti dagstovnaplássini fleiri reisir, stovnsetti perluna, legði lunnar undir nýggjan barnagarð við Grashjalla, so er hæddarpunkti hjá hesi samgongu móttøkan og upplatingin av Dagstovnaskálunum úti í Grøv, sum, ja tit gittu rætt, undanfarna samgonga samtykti. 

Vit sum sita uttanfyri og ikki vita júst hvussu leikur fer kunnu einans gita. Tað tykist serstakliga løgið at størsta málsøki hjá Klaksvíkar kommunu verður lagt til varaborgarstjóran at umsita, tá sitandi forkvinnan í Børn og Ung fór í farloyvi. Fyri mær vitnar hetta um at samgongan ikki tekur hetta serliga seriøst. 

Myndin í dag er at 98% av børnunum ganga á dagstovni og tískil er stórur tørvur á nøktandi umstøðum. Fólk mugu heilt einfalt fáa síni børn á dagstovn, um tey skulu megna at røkja sítt arbeiði ella nema sær undirvísing.

Barna- og ungdómsvirðini hjá Klaksvíkar kommunu gera púra greitt, at nøktandi karmar eru ein av grundarsteinunum undir menning hjá børnum okkara.

Man kann ikki bara sita hendur í favn, man má handla! tí vita tit hvat? Hvussu kann Klaksvík vaksa um foreldur ikki fáa síni børn á dagstovn. Tað eigur altíð at verða pláss tøk til børn, ið mega koma – hetta er ein prísur kommunan eigur at verða til reiðar at gjalda.