Tann 24. september 1919 varð Norðoya Sparikassi stovnaður og síðani var ábyrgdarpeningur settur inn. Dávur Joensen eigur framvegis bókina har abbin Dávur í Gerðum, sum nr. 7 í røðini setti pening í Sparikassan í desember sama ár
Tann 1.desember 1919 setur Dávur í Gerðum 500 krónur sum ábyrgdarpengin í Norðoya Sparikassa.
Óli Joensen, sonur Dávur í Gerðum fær bókina frá mámmu síni og í dag eigur sonur Óla – Dávur Joensen – bókina hjá abba sínum.
– Tað er sjálvandi áhugavert at eiga bók nr. 7 í Norðoya Sparikassa og sjálvur havi eg ikki hoyrt nakran tosað um aðrar bøkur. Men eg ivist ikki í at tað mugu verða onnur sum eiga áhugavert skjalatilfar frá tá Sparikassin bleiv stovnaður. Tað kundi verið áhugavert at frætt meira um hetta frá fólki, segði Dávur Joensen, tá vit hittu hann á Vágsheygnum í morgun.
Rentuskrivingar
Tann fyrsta rentiskrivingin var sambært hesum ikki fyrr enn 10 ár seinri.
Á bókini stóðu 500 kr. og tann 30/9 -1929 verður renta tilskrivað – heilar 280 kr. og 66 oyrir.
Í 1934 verða 148,24 krónir tilskrivaðar í rentu so bókin tá kemur uppá 928,90 kr.
í 1944 standa kr. 2.000,- sum ábyrdarpeningur
og tann 31/3 1946 verða 145,77 tilskrivaðar í rentu.
sí myndir




