Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eik 77 mió. kr. í avlopi

John William Joensen

Annað virkisárið eftir endurstovnanina av Eik Banka er úrslitið vent frá halli til 76,8 mió. kr. í avlopi eftir skatt. Fyri skatt, niðurskrivingar og javnan av kapitalpørtum var úrslitið 130 mió. kr. í avlopi

Annað virkisárið eftir endurstovnanina av Eik Banka er úrslitið vent frá halli til 76,8 mió. kr. í avlopi eftir skatt. Fyri skatt, niðurskrivingar og javnan av kapitalpørtum var úrslitið 130 mió. kr. í avlopi

“Úrslitið má sigast at vera nøktandi. Serliga havandi í huga, at hetta er annað virkisárið eftir endurstovnanina”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik. Hetta er munandi betri enn í 2011, tá úrslitið var eitt hall upp á 256 mió. kr.

Eins og í 2011 hevur bankin havt avbjóðingar av yvirtiknum lánum. Niðurskrivingarnar fyri árið 2012 eru sostatt 61,2 mió. kr., sum tó er munandi lægri enn í 2011, tá tær vóru 420 mió. kr.

Fíggjarstøða bankans javnvigar við 8,2 mia. kr., samanborið við 7,8 mia. kr. við árslok 2011. Eginognin er 1,3 mia. kr., meðan innlán eru 6,5 mia. kr. Innlánini eru økt síðan árslok 2011, og eru hægri enn útlánini, sum við árslok 2012 vóru 4,9 mia. kr.

Í februar 2013 afturrindaði bankin 1 mia. kr. í statsveðhildnari skuld, og hevur síðan endurstovnaninaafturrindað tilsamans 6 mia. kr. í lánum, sum danski staturin veðhelt fyri. Meðan innlánini eru økt, hevur bankin ikki havt tann væntaða vøksturin í útlánum, og inntøkur av rentum og ómaksgjøldum eru minkaðar. Hinvegin eru útreiðslur til starvsfólk og umsiting minkaðar við 72 mió. kr.

“Vit hava lagt stóran dent á at laga virksemið til verandi samfelagsbúskap og tað sæst aftur í teim munandi lægri útreiðslunum til eitt nú umsiting”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri. Neyðugt hevur verið at laga bygnað og starvsfólkatal til manglandi vøksturin í samfelagnum. Síðan endurstovnanina av bankanum er starvsfólkatalið minkað við 85 heiltíðarstørvum, og deildarnetið er minkað við 10 deildum.

Solvensur bankans er 23,3 prosent, sum skal síggjast í mun til ein mettan solvenstørv upp á 12,6 prosent. Gjaldførið er eisini gott; bankin hevur ein yvirdekning upp á 297 prosent í mun til lógarkravið. Eftir at innlánið á 1 mia. kr. varð afturgoldið í februar 2013, er framvegis ein munandi yvirdekningur. Talan er sostatt um ein peningastovn, sum hvílir á einum ráðiligum grundarlagi.

Nevndin í Eik Banka hevur á aðalfundi 13. mars samtykt at útluta 122,5 mió. kr. í vinningsbýti. Útlutingin er partur av keypsavtaluni millum Finansiel Stabilitet og TF-Holding, og verður øll goldin til Finansiel Stabilitet. Samtykt varð eisini, at frameftir hava øll partabrøvini somu rættindi.