Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eik banki valdi Vodafone

Danial Viðoy

Eik banki hevur gjørt avtalu við Vodafone um at veita allar fjarskiftistænastur til bankan komandi 2 árini.

Eik banki hevur gjørt avtalu við Vodafone um at veita allar fjarskiftistænastur til bankan komandi 2 árini.

Bankin hevur longu í fleiri ár brúkt Vodafone sum fjarskiftisveitara, og hevur góðar royndir av teirra tænastu. Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik banka, fegnast tí um nýggju avtaluna.

– Vit eru ein stór fyritøka, og tænasta og prísur eru av stórum týdningni fyri okkum, sigur Súni. Vodafone eru ógvuliga kappingarfør í hesum, umframt at teirra 4G net tryggjar, at vit kunnu arbeiða skjótt.

Avtalan hevur stóran týdning fyri Vodafone, ið eisini fegnast um samstarvið.

– Vit gleðast um avtaluna við Eik, sum hevur verið ein av stórstu kundum okkara í fleiri ár, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone. Eik er ein spennandi kundi og samstarvsfelagi, og vit síggja fram til at arbeiða víðari saman við teimum.

Harleyfacadeacryl