Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiler snýtti KÍ fyri klárt brotsspark

Jákup Ósá

Video upptøkurnar vísa púra greitt, at dagsins dómari var KÍ sera dýrur í avgerandi løtu, sum hevði stóra ávirkan á dystin.

Video upptøkurnar vísa púra greitt, at dagsins dómari var KÍ sera dýrur í avgerandi løtu, sum mest sannlíkt hevði stóra ávirkan á dystin og úrslitið.

In.fo hevur HER lagt klippið út við báðum brotssparksstøðunum í dag. B36 fekk brotspark í fyrra hálvleiki og sambært upptøkunum kann hesin dómurin verjast.
Men síðani er støðan í 79. minutti, tá Klæmint Matras fellir Álv Christiansen við støðuni 2-1 til B36. Og tað er neyvan nakað ivamál um, at Eiler Rasmussen gjørdi eitt stórt mistak við ikki at floytað hesaferð. Eisini linjuverjin stóð væl fyri at síggja støðuna, sum helst kostaði KÍ dýrt væl at merkja, um tað hevði verið skorað til 2-2 uppá brotssparki.
Her kann staðfestast, at sami dómari á nærum sama stað á vøllinum ikki heldur eina serliga rættvísa linju. Hvat hevði hent eftir eitt evt. mál fær ein ongantíð at vita. Men mest sannlíkt hevði dómarin við hesi avgerðini stóra ávirkan á endaliga úrslitið í toppdystinum.
KÍ venjarin Eyðun Klakstein vísti eisini á fyrr í kvøld, at hann kendi seg burtur dømdan og tað hevur hann útfrá upptøkunum eisini allar orsøkir til at halda.