Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eimskip aftur til Klaksvíkar

John William Joensen

Á middegi í dag kom plattaskipið Gullholm hjá Eimskip á Klaksvík og skipið fer at sigla í fastari rutu niður á enska marknaðin.

Skipið er at líkna ivð skipini Blik og Lómur hjá Skipafelagnum, og fer tað at sigla í fastari rutu millum Klaksvík, Toftir, Tvøroyri og Grimsby.
Joel Undir Leitinum, sølu- og marknaðarleiðari hjá Eimskip í Føroyum sigur at skipið kemur at sigla av Klaksvík hvønn mikudag seinrapart.
– Síðani fer skipið inn á toftir og víðari ti Tvøroyri og niður til Grimsby har tað verður frammi sunnumorgunin.
– Vit eru teir einastu sum sigla beinleiðis niður á marknaðin og vit kunnu tí levera fisk til keypararnar í Grimsby hvønn mánamorgun.
– Eisini hava vit møguleika at flyta fiskin niður til Boulogne í Fraklandi hvønn mánamorgun.
Sølu- og marknaðarleiðarin hjá Eimskip sigur at tað er serliga feskfiska útflutningurin sum teir leggja seg eftir.
Eyðstein Elttør er umboðsmaður fyri Eimskip í Klaksvík