Eitt 125 ára minni um Jólafundin og Føroyingafelag
Eitt 125 ára minni um Jólafundin og Føroyingafelag
»Eitt ódnartak«, siga vit stundum, tá farið er undir eitthvørt arbeiði, ið krevur orku, nærlagni og umhugsni. Hóast tjóðskaparrørslan fekk ástoytir at kenna av ósemju um eitt nú rættskriving og av tí, at summi oddafólk vóru hóvlig og tolin og onnur víðgongd og bráð og at enda klovnaði av partapolitikki, so blásti jólafundurin í 1888 eina ódn yvir okkum, ið kom eins óvæntað, og skaðaódnin hundrað ár seinni. Henda seinna hæsaði av, hin fyrra varð áhaldandi.
Úr jólafundinum brutu dyningar við mennandi innsigi í so mong lið í landi okkara, bæði andliga og verkliga. Hesir dyningar eru síðan ikki avhæsaðir, eru stundum makir, stundum stríðir. Málstríð var tá – hvørt vit skuldu halla til Jákup doktara ella Hammershaimb, hesin seinni vann – og nú er aftur ósemja um stavraðið, hvørt vit skulu varðveita tað hjá Hammershaimb ella halla okkum at altjóða stavraði við c, q, w, z og x. …
LES MEIRA Í BLAÐNUM Í DAG




