Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein áhugaverd heimasíða: Ein Heimasíða, sum far heilakyknurnar at vaknað

John William Joensen

Mangar eru heimasíðurnar á al-nótini, men undirritaði hevur tó ongantíð enn verið inni á eini heimasíðu, sum á sama hátt megnaði at fanga mín áhugað.

Upplegg til kjak
www.faroenet.fo/oli-nic/ er heimasíðan hjá Óla Nicodemussen (Komponist og digter) sum hann nevnur seg, og hóast síðan ikki er millum mest framkomnu síðurnar tá snið umræður, so gevur hon eina greiða fatan av hvørja hugsan Óli hevur um øll møgulig samfelagsviðurskifti, sæð út frá skriftini.
Óli er gjøgnumførdur og beinrakin tá hann skrivar, og tú kanst ikki annað enn stórfegnast um orð hansara ella skýggja tey.
Síðan er eitt ”must” fyri tey sum dáma at kjakast.
Hóast eg als ikki takið undir við nógum av sjónarmiðunum hjá Óla, so má eg tó taka hattin av fyri at her er ein maður sum brúkar tíð og orku at viðgerað mál sum eru frammi í tíðini, og vónandi skapa kjak um hesi.

John William