icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein áhugaverdur og hugnaligur Skúvadalstúrur

Oliver Joensen

Áftaná at hava mist bæði november og desember í fjørð, fingu vit ein fínan januartúr seinasta sunnudagin 25.

Tað var av allar fagrasta veðri, vit fóru av Oyravegnum um hálvgum tólvtíðina, og spákaðu eftir gøtuni í Torvadal, niðan á Breiðhjallan, eystur á sniðin og síðani í húsið, har vit gjørdu skjótt av, skrivaðu í bókina og síðani gekk leiðin heimaftur, alt sum ein vanligur túrur hjá okkum, einaferð um mánaðin nú í fleiri ár, kundu ikki lata vera við at harmast at vit mistu tveir mánaðar í fjør.
Sjálvur hevði eg eitt lítið myndatól við, og helt, at nú var tíð uppá at taka eina mynd av okkum báðum frammanfyri Skúvadalshúsið, tí hvør veit, – vit mistu tveir mánaðar í fjørð, – fara vit at vera líka hugagóðir, nú "traditiónin" er brotin? Hvør veit? Best at vera fyrivarin og taka eina mynd nú.
Ná, men kundi ikki lata vera við at taka nakrar myndir á heimvegnum av litspæli, steinum mosa og øðrum. Og mín sann tá vit vóru komnir nakað heim eftir Breiðhjallanum, komu vit framma ein stóran klett, ið var lopin úr hamrinum omanfyri, og sum var endaður beint á gøtuni.
Vit stóðu og prátaðu um hetta eina góða løtu og sóu benið uppi í fjallinum hagani steinurin helst var komin og eisini ógvusligu sporini eftir honum oman á gøtuna.
Vanliga síggja vit fleiri harur á hesi leiðini, men hendan dagin bóru vit bert eygað við eina.
Men vit høvdu bert gingið stutt frá omanlopinum, tá eg var varðugur við ein stóran brest úti á Víkini, tá vit høvdu staði og eygleitt eina løtu, sóu vit at talan var um mastrahvalir, ið spældu sær. Teir fylgdust við okkum ella vit við teimum, allan vegin heim á Núp. Eitt skiftið sóu vit einar 6-8 mastrarhvalir ella bóghvítuhvalir út fyri Torvadali. Tríggir av teimum fóru heilt heim á Víkina.
So sigast má, at hetta bleiv aftur ein góður túrur, bert kanska eitt sindur annarleiðis enn teir flestu.
Brúkar tú sansirnar tá tú gongur í náttúruni, so verður valla nakar túrur heilt eins.

Oliver