Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur við Norðlýsið, at hann tekur tað sum eina álitisváttan á sítt arbeiði, tá bert ein atkvøða var í tinginum fyri misáliti.
Eg má siga, at tað kom óvart á meg, at uppskot varð sett fram á tingi um eitt misálit á meg sum fiskimálaráðharra.
Umleið ein tíma áðrenn tingfundin fekk eg at vita um uppskotið, og tí fekk eg ikki eitt sera stutt skoðbráð at umráða meg í. Tinglimir gjørdu greitt at teir ikki tóku undir við misálitinum. Sjálvur havi eg umsitið lógina eftir reglunum og meti at alt er farið fram sum tað eigur. Hinvegin má sigast at lógin er ógreið og at hon ikki er í trá við viljan hjá tinginum, tí havi eg arbeitt við einum nýggjum lógaruppskoti at leggja fyri tingið.
Orðaskiftið á tingið ídag er sjálvandi eisini við til at meira verður skundað undir hetta arbeiði.
Annars skilji eg ikki at ein tingmaður bara blakar eitt misálit fram á ting, uttan frammanundan at hava eina ábending um, um tað verður samtykt ella ikki. Sjálvt ikki stórsti andstøðuflokkurin greiddi atkvøðu fyri misálitinum og tí gjørdist hetta eitt álit á meg ístaðin.




