sigur formaðurin hjá Havnar Bóltfelag, Finn Ludvig, sum váttar fyri Norðlýsinum at HB fer at royna málið hjá dómsnevndini.
– Vit fingu niðurstøðuna frá FSF í gjárakvøldið og hava ikki viðgjørt hana í nevndini enn, men eg ivist ikki i at vit fara at klaga til dómsnevndina.
– Sum eg skilji so samanber FSF málið hjá okkum við tey hjá KÍ og B36 í fjør, men hetta kunnu vit als ikki góðtaka, tí eftir okkara metan líkjast málini als ikki, var stutta viðmerkingin frá HB formanninum.
Formaðurin í Havnar Bóltfelag vildi ikki fara niður í smálutirnar tí fyrst skal málið roynast hjá Dómsnevndini. Hann vildi heldur einki siga um hvørt HB møguliga fór til Ítróttardómstólin hjá ÍSF við málinum, um teir ikki fingu viðhald frá dómsnevndini, men sum Norðlýsið skilir so eru ábendingar um at HB møguliga ætlar at royna henda møguleika.
Stendur dómurin við merkir hetta at HB er tveitt út úr kappingini um løgmanssteypið og VB/Sumba sleppur at halda fram ístaðin.




