Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein av heimsins stórstu trolarum inn fyri Næraberg

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø er hugaður fyri, at JFK saman við norsku samstarvsfeløgunum, fær loyvi at seta stóra trolaran American Monarc inn fyri Næraberg.

Leingið hevur verið arbeitt við at fingið annað skip inn í føroyskt fiskiveiðuøki ístaðin fyri Næraberg. Orsøkin til hetta ynski kemur av sum skilst, at Næraberg hevur ikki rigga so væl til veiðuna, sum menn rokna við at hesin størri trolarin hjá Røkke ger. Harafturat  er Atlantic Navigator eitt munandi størri skip og nýggjari. Hann er bygdur á Langsten Slip í Noregi í 1996, undir navninum American Monarc, og er 96 metrar langur og 18,5 metrar breiður og hevur eina høvuðsmaskinu uppá 4.470 HK. Skipið hevur frystilast sum rúmar 2600 rúmmetrum.
Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri sigur, at hann er hugaður fyri at geva loyvi til umbýtið, tó við ávísum treytum og so vítt eg dugið at síggja, so eru hetta treytir, sum eg haldi at normenninir og JFK eru førir fyri at uppfylla.
Eg haldi at surimiframleiðslan sær áhugaverd út, við tað at tað eru nógv arbeiðispláss í hesi vinnuni og eisini tað at framleiðslan her verður brúkt til matnað.
Atlantic Navigator er fyrrverandi American Monarc.