Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein bilur bleiv til fimm bilar

Danial Viðoy

Garðataxi, sum nú er vorðin ímyndin av biltúrinum vestur á flogvøllin, er ein tænasta, ið føroyingar hava tikið væl ímóti. Vit hava snakkað við høvuðspersónin.

Garðataxi, sum nú er vorðin ímyndin av biltúrinum vestur á flogvøllin, er ein tænasta, ið føroyingar hava tikið væl ímóti. Vit hava snakkað við høvuðspersónin.

Tað var um vikuskiftið tá ið bæði Norðoyastevna og Kontrifestivalur fóru av bakkastokki, at reportari hjá Norðlýsinum hitti Óla H. Johannesen. Hann byrjaði einsamallur at koyra Garðataxi allan vegin vestur á flogvøllin, síðani er hendan koyringin vorðin ein sólskinssøga.

Kontrifestivalurin er týdningarmiklari enn Norðoyastevna

Er Sørvágs Country og Blues Festivalur eitt sindur meira viðkomandi ella meiri áhugaverdir fyri tykkum, nú tit fartast so nógv her vesturi? spurdi reportarin m.a.:

– Tað er hann. Vit eru hvørt ár til hendan festivalin. Vit taka okkum simpulten frí tá ið festivalurin er. Tá lata vit aðrar hýruvognsførarar um tey ferðandi, sigur Óla H.

– Vit koyra hvørja ferð ein flúgvari flýgur, undantikið tá ið CF er.

Orka tit altíð líka væl at koyra. Tað kann hugsast at fetini út í bilin eru tyngri onkrar myrkar og kaldar vetrarmorgnar?

– Vit eru altíð klár, og ja, vit tíma altíð líka væl. Orsøkin mann vera, at vit møta so nógvum áhugaverdum menniskjum í hesum starvinum.

1 BMW bleiv til 5 bilar

Hvør kom við uppskotinum at koyra vestur?

– Tað var eg, sigur Óla H. Eg byrjaði við einum BMW bili at koyra vestur á flogvøllin. Men tá ið eg fekk so nógvar áheitanir og fyrispurningar, um at koyra vestur á flogvøllin, mátti okkurt meira gerast, greiðir høvuðspersónurin frá.

– Í byrjanini gav eg onkur einstøk tilboð. Hetta vant upp á seg beinanvegin og var einki annað at gera, enn at byrja eina fasta rutu vestureftir. – Eg keypti mær so statt ein minibuss, tí mín lítli BMW megnaði ikki allan eftirspurningin. Nú hava vit fýra stórar hýruvogns-bilar og ein minibuss.

Til hesar fimm bilarnar er ein fastur sjaførur, men fleiri avloysarar. Eitt fitt arbeiðspláss eftirhondini.

Leggjast kann afturat, at onkrir taxabilar áðrenn Garðataxi hava koyrt vestur á flogvøllin. Men Garðataxi eru teir, sum fyrst og fremst leggja seg eftir at koyra fast vestur. Ein tænasta, sum verður nógv brúkt og sum nógvir føroyingar eru takksamir fyri.