Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein dreymur at spæla Champions League í Klaksvík

Jákup Ósá

KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, gleðir seg til søguliga dystin á heimavølli í Champions League.

Seinast KÍ spældi í Champions League var í 2000, tá KÍ spældi móti Reyðu Stjørnu úr Serbia.Síðani skulu vit aftur til 1992, tá KÍ spældi móti Skonto Riga. KÍ hevur tapt allar sínar dystir í Champions League og báðir heimadystirnir vóru spælir á Svangaskarði.

 

Eru væl fyri

Liðskipari hjá KÍ er 22 ára gamli Jákup B. Andreasen. Hann sigur, at KÍ-hópurin er væl fyri.

– Vit eru væl fyri. Vit eru umsíðir viđ at fáa fullan hóp, mest sum allir spælararnir síggja eisini út til at blíva tøkir til dystin og allir í hópinum eru væl fyri, sigur Jákup B. Andreasen við Norðlýsið.

 

Europa-dystir eru millum hæddarpunktini í kappingarárinum

Síðstu árini hava Europa-dystirnir sett lit á kappingarárini hjá KÍ og bæði í 2018 og 2019 kom KÍ víðari í Europa League. Men tað er nakað heilt annað, at spæla Europa-dystir enn heimligar dystir.

– Tað er kanska serliga tað, at vit møta einum góðum liði, sum vit ongantíð hava spælt ímóti fyrr, og so tað at fyrireika seg til uppgávuna. Europa-dystirnir eru eitt av stóru hæddarpunktinum á hvørjum ári, og tađ eru teir dystirnir, ið allir vilja spæla, sigur Jákup.

 

Mugu tora at spæla

Tað er eingin ivi um, at Slovan Bratislava er stórfavorittur til dystin. Men KÍ skal verja og spæla, tá møguleikarnir eru til tað.

– Vit kunnu vænta ein spennandi dyst, har vit fyrst og fremst koma royna at verja væl, men samstundis vera klárir at leypa á í skjótálop. Og í røttu løtunum av dystinum, skulu vit tora at spæla. Tað er altavgerandi at vit hava rætta hugburðin til dystin. Vit mugu vera klárir frá fyrsta bríksli og vera fyrireikaðir at geva alt, sum vit hava vøllinum.

– Vit fara altíð eftir at vinna, og vit trúgva fult uppá, at tað er møguligt. Teir eru eitt sera sterkt lið við góðum leikarum, men vit skulu tora fara eftir sigrinum, sigur miðvallarleikarin.

 

Heilt serligur dystur

Hetta er fyrsti Champions League dysturin hjá teimum flestu á KÍ-liðnum. Og hjá øllum er tað fyrsti Europa-dysturin í Klaksvík, nú vøllurin við Djúpumýrar er blivin fyribils góður til heimadystir í 2020 uttan áskoðarar.

– Tað verður fantastiskt! Tað er ein dreymur og eitt privilegium at kunna sleppa at spæla altjóða dystir á heimavølli. At hoyra Champions League tónleik við Djúpumýru verður fantastiskt. Tað er eitt risa fet fyri felagið og øll í Norðoyggjum, sigur Jákup B. Andreasen at enda við Norðlýsið.