Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein fjølbroyttari arbeiðsmarknað!

Rakul Beinirsdóttir Gardar

Nú Klaksvíkar Kommuna verður knýtt enn tættari at miðstaðarøkinum, hava vit ein gyltan møguleika at skapa ein breiðari arbeiðsmarknað við at skapa nýggj privat og almenn arbeiðspláss í kommununi.

Tá Norðoyatunnilin lat upp á fyrsta sinni í 2006, gav hetta Norðoyggjum fleiri nýggjar møguleikar. Klaksvíkar Kommuna var tá til reiðar at taka ímóti nýggju avbjóðingunum, og vit hava upplivað eina stóra menning í lokalsamfelagnum m.a. innan vinnu og mentan. Sigast kann, at Norðoyatunnilin hevur eydnast sera væl; og at fólkatalið kommununi er vaksið seinastu árini, er eitt úrslit, sum vit øll kunnu gleðast um.

Nú Eysturoyartunnilin skjótt fer at lata upp, skulu vit aftur vera til reiðar!
Nýggi tunnilin, sum fer at knýta Føroyar enn tættari, fer óivað at hava stóran týdning fyri alt samfelagið. Klaksvíkar Kommuna skal støðugt stremba eftir og skapa góðar fortreytir, soleiðis at enn fleiri ynskja at búseta seg og virka her í okkara kommunu.

Kommunan skal tiltrekkja og menna nýggj arbeiðspláss við at skapa karmar fyri, at fleiri privat og almenn arbeiðspláss kunnu flyta hendan vegin. Klaksvíkar Kommuna eigur at taka upp samskifti við myndugleikar um at flyta stovnar og arbeiðspláss norðureftir, nú farleiðin til Klaksvíkar gerst enn styttri.
Í Klaksvíkar Kommunu hava vit eitt sterkt vinnulív, sum vit skulu varðveita og gera enn meiri fjølbroytt. Vit skulu hava tøk vinnuøkir í kommununi, og vit skulu bjóða íverksetarum umstøður at skapa og menna eitt fjøltáttað vinnulív.

Vit hava nú ein góðan møguleika at seta Klaksvíkar Kommunu í miðdepilin. Klaksvíkar Kommuna skal vera ein viðspælari í vinnuliga virkseminum, samstundis sum kommunan skal stimbra og eggja til nýskapandi møguleikar innan vinnulívið.

Rakul Beinirsdóttir Gardar
Valevni á lista E í Klaksvíkar Kommunu