Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein føðingardags heilsan til føroya besta fótbóltsspælara

JWJ úr UB (Uppsala Bóltfelag)

Tá eg byrjaði í piltunum hjá kí hevði hesin evnaríki drongurin úr HB (Heyga Bóltfelag) longu spælt í trí ár á A-liðnum. Hóast hann var yngri og lítil í mun til hinar á besta liðnum, stóð hann ikki aftanfyri nakran. Longu tá varð tosað um Toda.

Tá eg byrjaði í piltunum hjá kí hevði hesin evnaríki drongurin úr HB (Heyga Bóltfelag) longu spælt í trí ár á A-liðnum. Hóast hann var yngri og lítil í mun til hinar á besta liðnum, stóð hann ikki aftanfyri nakran. Longu tá varð tosað um Toda.

Úr VB kom Jákup Mikkelsen, (Vágsheyggja Bóltfelag) sum uttan samanbering er føroya besti málverji, og sum Ambjørn, manegari hjá BÍF (Bøgøtu Ítróttarfelag) keypti frá VB fyri eina ørandi upphædd, á kr. 50,-

Hetta var tað sum forsetin í VB, Símun Petur (hjá Kjartan á Vágsheygnum), kravdi fyri at selja Jákup og Karl Marius Poulsen. Minnist eg einaferð eygleiddi venjingina hjá VB, tá teir vóru farnir oman á plenina. Símun Petur endaði vejingina við at allir skuldu tveita seg – ein og ein – í djúpa hylin, sum altíð var beint frammanfyri ovara málið á plenini. Minnist hvussu Vágsheygadreingirnir kykaðu eftir ondini, tá teir fóru undir. Jú – mansligir vóru garparnir… men haldi ikki at mammurnar vóru so glaðar fyri venjaran hjá VB ….


Frá BF (Bumshamar Bóltfelag) komu dreingir sum Kurt Mørkøre, Harley Bertholdsen, Allan Mørkøre , Jan Meinert B. Andreasen……..

Jóannes Helgi Glerfoss og Magnus Pauli Glerfoss, Jón Harald Poulsen, Poul Juul Vilhelmsen, úr BíF…..
Eisini má eg nevna Trúgva Hoydal Poulsen, úr HB oso.fr….

Men Todi Jónsson, var fram úr og eg minnist enntá at Kurt rósti honum – og helt at hann var á hædd við seg sjálvan 🙂

Tillukku og ein góðan føðingardag – ein UB ari 🙂

PS: (LB-arar (Lítlibrekku Bóltfelag) sum Jarvin, Jan og Allan Joensen, vóru eisini til venjing hjá KÍ piltunum,,,,,,, Leif Waag Høgnesen úr VB og ikki at gloyma Jógvan Joensen og Dion Gudhjónson úr B71 (Gerða Bóltfelag??)….
Andreas Josephsen, úr B1 ( Bøgøtu Ítróttar felag), minnist eg eisini. Har John Færø var manegari….