Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein føðingardagsheilsan til Eyðfinn og Magna

Jógvan Júst

Eyðfinn og Magni komu báðir í verð­ina í 1946, og hetta merkir, at báðir fylla 70 í ár. Føðingardagurin hjá Eyðfinn var 27. september, og Magni fyllir 15. í hesum.

Eyðfinn og Magni komu báðir í verð­ina í 1946, og hetta merkir, at báðir fylla 70 í ár. Føðingardagurin hjá Eyðfinn var 27. september, og Magni fyllir 15. í hesum.

Eyðfinn og Magni kendust væl, langt áðrenn teir nakrantíð møttu systrunum úti í Grótinum. Ás­vør, systir Magna, var jú gift við Poul, beiggja Eyðfinn, so teir vóru hálv­gum í familju. Síðst eg var heima, sá eg eitt jólakort, Magni hevði sent Eyð­finn, tá ið teir vóru blaðungir – jú, teir hava kenst leingi.

Og so er tað sjálvandi eisini tað, at báðir fóru at læra til málara um somu tíð, Magni í Klaksvík og Eyðfinn úti á Toftum. Magni lærdi hjá Poul, beiggja Eyðfinn, so har vóru nógvir felagsnevnarar.

Eyðfinn legði málingina á hillina fyri næstan 50 árum síðan, men er nú aftur farin at mála. Hann og Magni arbeiða saman. Tey siga – at fylla 70 í dag er sum at fylla 50 fyrr. Eyðfinn og Magni eru prógv um, at kanska er nakað um tað. Báðir koyra enn við full speed á kassan.

Eg haldi meg minnast, tá ið Magdalena og Eyðfinn blivu forlovað; men tað kann eg ikki siga um Karin og Magna. Eg man ikki hava verið meira enn eini fimm ár, tá ið tey byrjaðu at ganga saman. Seinni, tá ið mamma doyði, gjørdi tað stóran mun at hava teir har. Teir skaptu ein tryggleika, sum vit bæði yngri systkini, Ásla og eg, settu stóran prís uppá.

Karin og Magni hava búð úti í Grótinum, líka síðan tey giftust, og Magdalena og Eyðfinn búðu har til 1978. Tað var gott at hava tey rundan um okkum, og eg kendi meg altíð væl í báðum heimum. Pápi var jú nógv til skips, og eg plagdi at skifta ímillum – við­hvørt át eg hjá Karin og Magna, og viðhvørt át eg hjá Magdalenu og Eyðfinn.

Jú, haðani eru nógv góð minnir. – Minnist, tá ið vit fiskaðu síl saman við Magna uppi í Strandadali, og tá ið Eyðfinn lærdi meg ymisk kynstur við at tekna og mála. Og so vóru tað plátuspælararnir – eg man hava oyðilagt, ella í hvussu er skøvað, manga plátuna hjá teimum.– Minnist eisini summarhúsið í Suðurjyllandi saman við Karin og Magna og allar ferðirnar, Eyðfinn koyrdi meg í skúla – tað vóru nógvir kilometrar tilsamans. Og so allir morgunmatarnir, Eyðfinn gjørdi mær. – Karin og Magni keyptu mær fyrstu Bíbliuna. Eg minnist enn kensluna at halda hesi nýggju Bíbliuni við mínum navni skrivað á permuna.

Sjálvur endaði eg í so langt burtur úr Grótinum í Klaksvík og øllum tí, sum eg vaks upp við. Árini flúgva avstað. 40 ár eru nú liðin, síðan eg fór heimanífrá.

Hóast so mong ár eru farin, kenst tað altíð gott at koma heimaftur. Og kenslan er tann sama hjá Cathy og børnunum. Ein stór orsøk er, at eg kenni meg heima við systkj­unum og familjum teirra. Eisini her hava Eyðfinn og Magni stóra tøkk uppibornað. Vit hava altíð kent okkum væl inni hjá teimum.

Ov leingi hevði verið at nevnt alt, sum teir hava gjørt fyri okkum gjøgnum árini. Jú, nógv gott er at minnast aftur á.

Tað týdningarmiklasta er kortini, at báðir játtaðu Kristus sum Frelsara, meðan teir vóru ungir, og tað hevur meira enn nakað annað gjørt allan munin. Tá ið Hann er kjarnin, er alt betri, hvussu lívið enn lagar seg.

Góðu Eyðfinn og Magni, takk fyri alt, tit eru fyri okkum. Tit gera alt ríkari.

Tillukku báðir.

Jógvan Júst