Okkurt kundi týtt uppá, at Miðlahúsið og ein ávísur fólkatingslimur í seinastuni hava koyrt eitt ávíst “parløb”. Hetta hevur ein kunnað eygleitt, tá fólkatingslimurin hevur tikið ávís kontroversiel mál upp, sum beinan vegin hava fingið fulla exponering í miðlunum hjá Miðlahúsinum.
Okkurt kundi týtt uppá, at Miðlahúsið og ein ávísur fólkatingslimur í seinastuni hava koyrt eitt ávíst “parløb”. Hetta hevur ein kunnað eygleitt, tá fólkatingslimurin hevur tikið ávís kontroversiel mál upp, sum beinan vegin hava fingið fulla exponering í miðlunum hjá Miðlahúsinum
Seinni á degnum mótmælti prestur. Skrivið hann hevði sent til løgtingið var meira enn ársgamalt, og hann hevði ilt við at skilja, hví tað varð grivið framaftur á henda hátt. Sostatt minti málið ikki sørt um eina episodu í seinastu sendingini hjá KVF um gamla Eik, har eitt ljóðklipp bleiv brúkt í einum øðrum samanhangi, enn har orðini vórðu søgd. Tá gjørdi tann sami fólkatingslimurin eitt øgiligt vrøvl, har hann eftir sigandi eisini hevði verið í samskifti við stjóran í KVF.
Miðlahúsið endaði aktuella málið við eini “umbering”, sum meira bar bráð av einum nýggjum álopi á prestin. Fólkatingslimurin gjørtist knappliga øgiliga kúrrur. Og Bergur prestur vísti somikið stórt menniskjansligt yvirskot, at hann tók ímóti umberingini.




