Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein frálík og annarleiðis konsert í Virkishúsinum

Oliver Joensen

Orca bergtók ungdómin í Húsinum í kvøld við sínum musisku gávum og ikki minst við musiska hugfloginum.

ORCA, sum sjálvir høvdu gjørt øll ljóðførini: Tunnur og skrellispannir til trummur – hegnpela sum bassguitar – ljósamatur sum kontrabass, "Føroya-Bjór-orgul" (fløskur fylltar við vatni og luftkompressari til at veita ljóð) – heimagjørda harpu á jarntrummu, vinklulslípara, sag, kustur og fleiri onnur vóru ljóðførini.

Men hegnisliga varð spælt uppá av dugnaligu leikarunum:
Kári Sverrisson, Bogi á Lakjuni, Jógvan Andreas á Brúnni, Jens L. Thomsen, Jón Tyril og Ólavur Jákupsson

Teir spældu meginpartin av løgunum á nýútkomnu fløgu teirra Livandi oyða. Ein frálík og annarleiðis fløga, sum bleiv enn meira áhugaverd av at hava hoyrt og sæð heimagjørdu ljóðførini undir framførsluni. Tey kveiktu eitt serstakt ljóð, har felags ljómurin var so serstakur og upprunaligur, at tú ikki annað enn kundi verða góður við hann.

Undrunarsamt, at ein hegnpeli við einum so klønum uppstandara, kundi gerast so góður el-bassur.

Stuttligt, annarleiðis, gott og hegnisligt.

Dávur Winther