Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein framfýsin skúli

John D. Olsen

Vit hittu eisini skúlastjóran Páll Isholm og prátaðu stutt um vitjanir uttanífrá og prosjektarbeiði og útbúgvingarmøguleikar á skúlanum

Á Føroya Handilsskúli á Kambsdali eru næmingarnir vanir við at fáa vitjan uttanífrá. Páll Isholm, stjóri, sigur, at tað er týdningarmikið fyri skúlan, at næmingarnir fáa høvi at møta øðrum uttanfyri skúlan í sambandi við útbúgvingina.

– Hetta hóskar seg eisini sera væl við tað sum Handilsskúlin stendur fyri, nevniliga at vera so veruleikanærur sum møguligt. Á Handilsskúlanum er tað vinnulívið og samfelagið ið stendur í fokus, men hin parturin skal sjálvsagt eisini verða við, og tað er tiltakið við Jóanes Nielsen eitt dømi um, sigur Páll Isholm.

Páll Isholm vísur á, at hátturin at arbeiða uppá er nakað broyttur seinastu árini. Nú er tað heilt vanligt, at bólkar verða skipaðir, sum miðvíst arbeiða við prosjekti. Talan kann verða um evni, ið liggja innanfyri eitt fak, men eisini er vanligt við tvørfakligum arbeiðsprosjektum. Prosjektarbeiði verða gjørd í øllum teimum mongu útbúgvingarmøguleikunum ið eru á skúlanum.

Møguleiki er at taka 1 ára FHS lestur, sum kann gevur atgongd til HH. Tá er lestrartíðin bert tvey ár afturat. Komandi ár er møguleiki at byrja beinleiðis á HH eftir loknan fólkaskúla. Umframt hesa møguleikarnar innan miðnámslestur, er eisini møguligt at lesa staklærugreinar á sjálvum skúlanum og eisini sum sjálvlesandi.

Fyri stuttum lýsti skúlin við eini nýggjari spennandi Ítróttarbreyt. Við hesi breytini verður møguleiki hjá evnaríkum fótbóltsleikarum at ganga á ítróttarskúla og miðnámsskúla samstundis.



——————————————————–

Faktaboks: Føroya Handilsskúli á Kambsdali

Útbúgvingar:

FHS, eitt ár.

HH, tvey ár (eftir FHS lesturin)

HH, trý ár

HH, eitt ár (um tú hevur aðra miðnámsútbúgving ella annað tilsvarandi)

Ítróttarbreyt

Akademiútbúgving (til tey, ið hava fulltíðarstarv og fegin vil hava eina framhaldandi útbúgving)

Staklestur (ganga til serstøk fak á skúlanum)

Fjarlestur (taka einstøk fak heima, har samskiftið fyri tað mesta gongur umvegis telduna)



Skúlin/Næmingar:

FHS: 90 næmingar

HH: 80 næmingar

Fjarlestur: 70 næmingar

Akademiøkonom: 20 næmingar

Lærarar: 18

Skúlin bygdur: 1990

Skúlastovur: 8

Matur: eina nútímans kantinu



——————————————————————