Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein friðarstund í einum ferðmiklum gerandisdegi

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Onki er sum ein friðarløta við sangi í kirkju. Tað er besti heilivágur til ein ferðmiklan gerandisdag.

Keypmannahavn: Onki er sum ein friðarløta við sangi í kirkju. Tað er besti heilivágur til ein ferðmiklan gerandisdag.

Í Helligåndskirken á Strøgnum í gjár varð skipað fyri eini norðuratlantiskari kórkonsert við kórum úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum. – Umboðandi Føroyar vóru Húsakórið og Mpiri.

Í Helligåndskirkjuni er rúmligt, høgt til loft og vítt til veggja. Hetta elvir til, at ljóðmyndin gerst serstøk og stórbær.

Undirritaði var til hesa konsertina í gjár og gjørdist hetta ein tiltrongd løta. Gerandisdagurin í Keypmannahavn er ferðmikil og hámarksferðin í desember verður hálvavegna gloymd, tá ið umræður keyp og sølu.

Øll renna um kapp hvør við annan, og fá hava tíð njóta løtuna. Tískil er ein jólakonsert í eini kirkju ein framúr møguleiki at steðga á eina løtu. Tað gjørdist eisini ein friðarstund í einum ferðmiklum gerandisdegi hesa løtuna í gjár.

MYNDIR: