Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein fríløta við talvi

Danial Viðoy

Keypmannahavn, Oyrasundskollegie: Sunnudagur er frídagur og tað er ójavnt, hvussu Oyrasundsbúgvarnir nýta hendan dag. Hesir báðir hava tikið talvbrettið út og sita teir nú og dystast.

Keypmannahavn, Oyrasundskollegie: Sunnudagur er frídagur og tað er ójavnt, hvussu Oyrasundsbúgvarnir nýta hendan dag. Hesir báðir hava tikið talvbrettið út og sita teir nú og dystast.

Jóhan úr Klaksvík og Frits av Hellunum búgva báðir á Oyrasundskollegiinum. Eins og allarflestu íbúgvar á hesum stað, eru teir í lestrarørindum. Jóhan er um at vera liðugur við ítrótt, ímeðan Frits er í gongd við bygnings- og design verkfrøði.

Gerandisdagurin er sum vera mann lestrartungur og uppgávurnar eru nógvar í tali. Ein sunnudagur er tískil kærkomin hjá slíkum ungum monnum, og serliga nú royndirnar nærkast.

Teir báðir eru á einum máli um, at tað besta við at búgva á Oyrasundskollegiinum, eru teir nógvu føroyingarnir, sum búgva her. Her er altíð onkur, sum vit kenna; og tað er fantastiskt.

Eitt nú í dag, ber til at fáa fatur í einum talvmaka, uttan tógvið stríð. Tann møguleikin býðst ikki so nógvastaðni. Ja, her er altíð onkur at spæla við.

Sum lesarin eisini kann síggja á myndini, er veður at spæla úti í dag. Sól á bláum himni og eitt lítið lot, sum ikki bilar stórvegis.

Í skrivandi stund er talvdysturin ikki avgjørdur. Tað gongur javnt fyri seg.

Harleywoodpaint